Mentan

Tú, sum ert í himlinum - ein filmur um aldri at missa vónina

-

2022-01-07 11:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum:

Tú, sum ert í himlinum - ein filmur um aldri at missa vónina

Flora Ofelia Hofmann Lindahl (f. 2005) hevur høvuðsleiklutin í nýggja danska filminum "Du som er i himlen", sum Filmsfelagið vísir mikudagin. Hetta er fyrsta sýning í einum biografi í danska ríkinum.Higartil hevur filmurin bara verið vístur á altjóða filmstevnum, so sum Toronto International Film Festival.

Vit kenna høvuðsleikaran Floru frá sjónvarpsrøðini ”Ulven kommer” og sum sangarinnu frá MGP, sum hon vann í 2015.

Leikstjórin, Tea Lindenburg (f.1977), hevur verið í klassisku bókmentunum, nú hon ger fyrsta spælifilmin í fullari longd. Sjálv er hon útbúgvin leikstjóri á filmskúlanum Super16 í 2006. Støðið í filminum er skaldsøgan ”En dødsnat” frá 1912, sum Marie Bregendahl (1867-1940) skrivaði. Árini 1893-1900 var hon gift við Jeppe Aakjær.

Gjøgnum tríggjar kvinnur, fjúrtan ára gomlu Lisu, fastrina og ommuna, fáa vit innlit í karga kvinnulívið á einum donskum bóndagarði í 1800-talinum.

Eftir einum degi broytist alt í lívinum hjá Lisu. Hon er elst av systkjunum og hin fyrsta at skula fara í skúla, vónrík og við eini ósvitaligari trúgv á lívið.

Tá náttin kemur á og mamman enn ikki hevur átt, gerst Lisu greitt, at her er ikki alt, sum tað eigur at vera. Dagurin, sum byrjaði í barndómsins ljósi, kann enda við, at hon gerst kvinnan í húsinum.

”Du som er i himlen” er inniliga nemandi lýsingin av eini ungari danskari gentu, sum er fangað í eini náðileysari tíð, ein søga um at taka ábyrgd, gerast vaksin og ikki at missa tað týdningarmesta av øllum - vónina - hóast einki verður sum fyrr.

Tea Lindeburg hevur fyrr arbeitt fyri DR, TV2 og Netflix, har hon gjørdi røðina ”Equinox”, ið byggir á egið poddvarp.

"Du som er i himlen" er upplagdur til undirvísing.

Danska Medierådet gevur filminum 15 ára aldursmark við hesum orðum:

- Tilladt for børn over 15 år: Filmen har en tiltagende dramatisk og mørk stemning. Den indeholder en række voldsomme scener, hvor en person er i langvarig stor smerte og bløder kraftigt, og hvor børn er bange og ulykkelige. I dramatiske drømmesyn ses endvidere en brændende person og en uvejrshimmel, hvor det regner med blod. Det vurderes på den baggrund, at filmen vil kunne virke skræmmende og grænseoverskridende på børn under 15 år.

Komið í Filmsfelagið og síggið filmin mikukvøldið hin 12. januar kl 20.

Væl møtt til ein góðan film í felag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder