Politikkur

Trýpartaavtala um umhvørviseftirlit við skipum

Ingilín D. Strøm, Dennis Holm og Høgni Hoydal, landsstýrisfólk hava undirskrivað eina trýpartaavtalu um umhvørviseftirlit við skipum. Talan er um eina dagførda avtalu, sum markar arbeiðsbýtið millum Vørn, Sjóvinnustýrið og Umhvørvisstovuna.

2024-05-22 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sambært avtaluni, hava Vørn og skipini hjá Vørn eftirlit við, at skip ikki dálka sjóøkið kring Føroyar við olju, burturkasti, óviðgjørdum kloakkspillivatni og øðrum. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við, at skip undir føroyskum flaggi og FAS skip, lúka altjóða krøv um at hava góðkendan útbúnað og skipanir umborð, sum tryggja, at umhvørviskrøvini kunnu haldast. Umhvørvisstovan hevur eitt nú eftirlit við, at móttøkuskipanir fyri olju, burturkast og óviðgjørt kloakkspillivatn í havnum, er sambært ásettum krøvum.

Gjørda avtalan tekur hædd fyri, at umhvørviseftirlitið kann verða víðkað til barlastarvatn og krøv viðvíkjandi luftdálking frá skipum.

Samstarvsavtalan kann lesast her.

Umhvørvismálaráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder