Politikkur

Tryggið atgongd til náttúruna við lóg

Til politisku flokkarnar á løgtingi

2023-07-22 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hagafelagið vil enn eina ferð heita á tykkum politisku flokkar um at fáa loyst málið við gjaldsportrum, sum stinga seg upp í Føroyum.

Meðan okkara grannalond seinastu mongu árini støðugt hava arbeitt fyri at betra atgongdina hjá fólki at fara út í náttúruna, hendir beint tað øvugta hjá okkum: Gjaldsportur, gjaldsbúðir, gjaldspostkassar og skeltir við boðum um at gjalda hundraðtals krónur møta fólki, sum fara í hagan at njóta okkara náttúru.

Og um dagarnar bórust aftur ófrættakend tíðindi um enn eina gjaldsbúð í føroysku náttúruni. Hóast kunnað verður um, at føroyingar onki skulu gjalda, so er hendan gongdin ørkymlandi. Føroyingar hava gjøgnum ættarlið gingið í haganum og nomið sær náttúrulærdóm, men nú øll hesi gjaldsportrini stinga seg upp, óttast Hagafelagið fyri, at tað bert er ein spurningur um tíð, til gjaldskrøvini og avmarkingarnar eisini raka íbúgvar landsins. Tí er tað sera umráðandi, at rætturin hjá okkum at fara út í náttúruna verður lógartryggjaður sum skjótast.

Gjaldsportrini endurspegla ikki tað gestablídni, sum vit føroyingar altíð hava verið so ernir av. Men tað sum verri er, er at tey stig fyri stig eru við til at reka okkara egna fólk burtur úr náttúruni. Hagin og náttúran verða nevniliga ikki longur eitt stað, har tú kennir teg vælkomnan.

Nýtt fyribrigdi

Í Føroyum var ikki gamalt, at nakar skuldi rinda fyri at fara ein túr út í hagan. Talan er tí um eitt nýtt fyribrigdi, ið heldur ikki er kent í londunum kring okkum. Í grannalondunum er tað alramannarætturin, ið skipar atkomuna til náttúruna.

Alramannarættur er grundleggjandi rættindi hjá øllum til frítt at ganga og uppihalda sær á ódyrkaðum lendi, óheft av um hetta er privat ella alment lendi. Somuleiðis hoyra nakrar skyldur til alramannarættin. Eitt nú skulu fólk, tá ið tey fara frá einum staði, lata tað vera í sama standi, sum tá ið tey komu.

Hugburðurin í okkara grannalondum er, at náttúran er Gudsskapt, og at hon tí ikki er til sølu. Heilsan hjá fólki er eitt týdningarmikið prinsipp undir alramannarættinum. Tí siga okkara grannalond, at náttúran skal vera frí at njóta fyri øll, tó við skyldu til at fara væl um, og at fyrilit verður víst náttúru og virksemi annars. Á heimasíðuni hjá norska Miljødirektoratet verður kunnað soleiðis um alramannarættin:

«Allemannsretten er et gratis fellesgode som er en del av kulturarven vår.

Den gir alle rett til å ferdes og oppholde seg i utmarka i Norge.»[1]

Hagafelagið bleiv stovnað í mars 2019. Høvuðsorsøkin til hetta stigið var ein vaksandi mótstøða frá bóndum at lata fólk ferðast og uppihalda sær í okkara náttúru. Retorikkurin var harður, og ført varð fram, at nú skuldu øll biðja um loyvi at fara í hagan. Um sama mundið byrjaðu ymiskar gjaldsskipanir at taka seg upp, m.a. í Mykinesi og Saksun, har bæði útlendingar og føroyingar vórðu kravdir eftir gjaldi.

Seinni er retorikkurin broyttur til, at útlendingar skulu rinda fyri at sleppa út í náttúruna, men at føroyingar skulu sleppa undan gjaldi. Heilt greitt er hetta tó ikki, tí tað eru eisini festarar, ið taka gjald frá føroyingum.

Tað hevur skund

Tað er uggandi, at samgongan ætlar at tryggja føroyingum rættin til at ferðast í náttúruni. Orðingin í samgonguskjalinum frá desember 2022 er, at: “Rætturin hjá føroyingum til ókeypis at ferðast í náttúruni – av fjalli í fjøru – skal tryggjast. Hetta við atliti at náttúruvernd, trygd og við virðing fyri brúksrættinum og virkseminum hjá teimum, sum varða av jørðini.” Hagafelagið metir, at tað hevur skund at tryggja hendan rættin og at fáa eina loysn á málinum við øllum hesum gjaldsbúðunum/gjaldsportrunum í náttúruni, sum møta fólki í støðugt økjandi tali.

Samgongan hevði somuleiðis sum mál, at lóg um náttúruvernd skuldi samtykkjast og setast í verk. Fyrr í ár varð náttúruverndarlóg samtykt. Hagafelagið metir hetta vera eitt týðandi stig á leiðini til at skipa fleirtáttaða virksemið í náttúruni, sum er sprottið úr nútíðarsamfelagnum. Við hesi lóg verður náttúruvernd skipað eftir líknandi leisti sum í okkara grannalondum, har tað eru skikkaðu myndugleikarnir, ið sambært lóg kunnu verja og skipa viðurskiftini í náttúruni.

Lat okkum læra av grannalondunum

Javnan verður ført fram í Føroyum, at fólk rinda alla aðrastaðni fyri at ganga í náttúruni. Hetta er ikki rætt.  Flestøll lond í Evropa hava antin alramannarætt ella sera víða atgongd til náttúruna, har fólk ferðast frítt[2]. Bæði landsins íbúgvar og útlendsk ferðafólk.

Sambært útsøgnum frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, er ætlanin at skipa atgongd til náttúruna sambært lóg í heyst og at finna breiða semju um málið.

Í grannalondunum er lóggávan á økinum skipað við breiðari politiskari semju. Alramannarætturin í Noregi er sprottin úr siðaarvinum, og frítíðarlóggávan, ið skipar frítíðarvirksemið í náttúruni, hevur breiða politiska – og fólksliga - undirtøku. Fyrsta norska frítíðarlógin bleiv samtykt í 1957. Í Íslandi hevur alramannarætturin eina langa søgu, og mett verður, at hesin rættur hevur røtur aftur til Jónsbók hjá Magnus Lógbøtara, sum var galdandi í Íslandi frá 1281 (s. 74 í Reusch, 2012[3]). Í Finlandi, Svøríki og Skotlandi hava tey alramannarætt, og í Sveits og Eysturríki varð rætturin hjá fólki at ferðast frítt í náttúruni lógarfestur fyri um hundrað árum síðan. So rætturin at vera í náttúruni við ábyrgd er ein vælkendur og vælskipaður rættur í londunum rundan um okkum. Fólk fegnast um hendan rættin, ið er óloysiliga knýttur at skylduni at fara væl um náttúruna og at hava virðing fyri grundeigarum og teirra virksemi. Eisini føroyingar njóta frælsið, ið hesar skipanir geva, tá vit ferðast í Evropa.

Á heysti 2021 skipaði Hagafelagið fyri ráðstevnu um gongd í haga í norðurlondum. Tiltakið var ætlað at geva føroyingum innlit í, hvussu virksemið í náttúruni er skipað í hinum norðurlondunum. Eisini var endamálið at geva íblástur til at skipa økið í Føroyum. Á ráðstevnuni varð víst á, at øll norðurlond hava drúgvar royndir at skipa náttúruvernd og virksemið í náttúruni í lóggávu, antin í grundlóg ella í náttúru-/ frítíðarlóggávu. Grundleggjandi byggir lóggávan á alramannarætt, ið ikki ger mun á útlendingum og landsins borgarum. Eisini er ein meginregla, at peningur kann bert takast frá fólki, um ein tænasta samstundis verður veitt. Á sokallaðum instagramstøðum í norðurlondum, verður avbjóðingin vanliga loyst við, at ein almenn gøta verður gjørd.

Í Suðurevropa verður ein serligur skattur álagdur ferðafólkum í einstøkum økjum, har nógv ferðafólk vitja. Hesin leistur er áhugaverdur og kann møguliga vera ein gongd leið, nú vit í Føroyum eru í ferð við at byggja upp burðardygga ferðavinnu. Við at rinda eitt gjald, ið fer til at bøta um teirra árin á náttúru og umhvørvi, kunnu ferðafólk leggja gott eftir seg og vera við til at fíggja almennar náttúrugøtur og annan infrastruktur.

Hugflogið at bjóða tænastur tykist ikki at tróta í grannalondunum, og Hagafelagið hevur tí fult álit á, at framtakssemið og hugflogið í Føroyum røkkur munandi longur enn til bert at seta gjaldsportur upp.

Hagafelagið vil staðiliga heita á tykkum fólkavaldu at hyggja til okkara grannar fyri at finna loysnir, sum kunnu skipa atkomuna til náttúruna við lóg. Okkara grannar hava nevniliga væl royndar loysnir, ið hava riggað væl í fleiri ættarlið.

Vinarliga

Hagafelag Føroya


[1] https://miljostatus.miljodirektoratet.no/tema/friluftsliv/allemannsretten/


[2] https://youtu.be/jgNU0z4D67o


[3] Víst verður til Nordisk ministerråd, Allemannsrätten i Norden (1997), s. 15. í Reuch, Marianne (2012) Allemannsretten, Flux forlag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder