Politikkur

Trygdarpolitiskt grenj

Eitt ávíst orðaskifti hevur tikið seg upp um føroyskan trygdar- og verjupolitikk.

2023-08-30 18:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


 Ein spurningur sum verður viðgjørdur er, nær føroyskir myndugleikar skulu fáa kunning frá donsku stjórnini um teirra framtíðarætlanir á hesum økinum. Onkur heldur at vit fáa ov lítið at vita, og onkur annar heldur, at kunningin kemur ov seint.

Og so eru tað eisini nøkur sum finnast at øllum, líkamikið hvat hendir. Tað virkar sum, at tað fyri hesi er eitt mál í sær sjálvum at vera misnøgdur.
Tíbetur er tað so, at tá danska stjórnin fær at vita, at okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, so roynir hon at laga seg eftir tí og ger tingini betur. Men tað er ringt at laga seg eftir teimum, sum hava sett sær fyri at vera ímóti øllum.


Høvdu onga ávirkan.
Í januar 1999 segði Anfinn Kallsberg, løgmaður fyri fullveldislandsstýrið, í eini frágreiðing til Løgtingið um uttanlandsmál, at “danska stjórnin hevur ongantíð heimilað landsstýrinum at luttaka í trygdarpolitiskari málsviðgerð.”
Tvey ár seinni (eftir at fullveldissamráðingarnar vóru slitnaðar) segði hann í eini tilsvarandi frágreiðing: “Hóast útgangsstøðið er tann fulla sjálvstøðan, forðar tað ikki fyri, at vit eisini sum ósjálvstøðugt land royna at virka á hesum øki við umhugsni og royna at fáa so stóra ávirkan, sum nú einaferð er møguligt í verandi
rættarstøðu.” Hetta var málsetningurin í “nýggju sjálvsstýristilgongdini” hjá táverandi landsstýri.


Nýggjar tíðir
Nøkur ár seinni bleiv Fámjinsskjalið undirskrivað og vit fingu uttanríkispolitisku heimildarlógina. Men tá segði Tjóðveldi (sum nú var andstøðuflokkur), at ein sjálvsavgerðarrættur hevði einki virði, so leingi sum hann ikki var fráboðaður ST.
Og so bleiv tað gjørt. Ein fráboðan um nýggju støðuna bleiv send til ST, men tá vóru tey í Tjóðveldi heldur ikki nøgd, og settu spurnartekin við tað sum stóð í fráboðanini.


12 ár seinni gjørdi Magni Arge, fólkatingsmaður, nógv burturúr, at hann ivaðist í, um fráboðanin nakrantíð var send til ST. Og soleiðis koyrir tað alla tíðina – einki er gott.


Føroyingar verða kunnaðir og tiknir við uppá ráð
Í apríl 2019 legði Poul Michelsen, landsstýrismaður, eina frágreiðing um uttanríkispolitikk fyri Løgtingið. Har segði hann millum annað: “Vísandi til bæði Løgtingssamtyktina frá 2004 og til Fámjinsskjalið hevur landsstýrið í fleiri førum mótvegis donsku stjórnini víst á, at tørvur er á betri kunning um trygdarpolitisk og verjupolitisk mál. Eitt úrslit av hesum er, at arbeitt nú verður við at leggja lunnar undir mannagongdir, sum kunnu tryggja, at føroyskir myndugleikar verða kunnaðir og í størri mun verða tiknir við uppá ráð í trygdar-og verjupolitiskum
spurningum, sum eru viðkomandi fyri Føroyar.”
Og tað er júst tað, sum hevur verið gjørt tey seinnu árini. Landsstýrið hevur fingið nógv meira kunning og ávirkan á hesum økjum, men nú er hetta ein trupulleiki hjá Tjóðveldi, sum ikki longur kann vísa á, at ríkisfelagsskapurin forðar fyri hesum møguleikunum. Eitt er, at tey spæla fornermað og royna at skapa ruðuleika, men tað ringasta er, at tað er júst formaðurin í Tjóðveldi, sum er settur at umsita hetta málsøkið í Tinganesi.

Í sonevnda “radaramálinum” skuldi tað vera ein trupulleiki, at føroyingar vóru kunnaðir ov seint, og í málinum um “verjusemjuna” er kunningin komin ov tíðliga. Eisini verður nógv gjørt burturúr, hvør annar situr við samráðingarborðið.
Spurningurin er, hvussu leingi eitt landsstýri undir Javnaðarleiðslu kann loyva sær at spæla leiklutin sum tað fornermaða barnið, sum bara grætur um tað, sum tað ikki fær, heldur enn at brúka møguleikarnar sum standa víðopnir?

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder