2024-06-13 10:06
Í dag koma trý skip úr NATO-minusóparabólkinum SNMCMG1 (Standing NATO Maritime Countermeasure Group One) til Føroya. Talan er um eitt týskt, eitt franskt og eitt estiskt skip.
Í dag, fríggjadagin og týsdagin kann roknast við at síggja skipini millum oyggjarnar, har tey gera smærri leitivenjingar og royna útgerð.
Um vikuskiftið liggja tey trý skipini við bryggju í Havn.
Onnur skip úr sama bólki vóru í Føroyum í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald