Nevndin fyri Trivnaðargrunnin greiddi frá virkseminum hjá grunninum, sum hevur til endamáls at betra um trivnað fyri føroyskar sjúklingar og teirra avvarðandi, við eitt nú at skipa fyri tiltøkum á Sjúklingahotellinum og túrum aðrastaðnis. Trivnaðargrunnurin hevur virkað síðan 2004.
Nærum einki virksemi hevur verið hjá Trivnaðargrunninum seinastu tvey árini. Orsakað av koronafarsóttin hevur ikki verið møguligt at skipa fyri tiltøkum og útferðum. Men nú sær út til, at virksemið kann takast upp aftur, og Trivnaðargrunnurin fegnast um at fáa nýggjan buss til sjúklingar og avvarðandi síðst í apríl. Ætlanin er tá aftur at skipa fyri ymiskum útferðum við bussinum.
Sjálvboðin koyra bussin, sum millum annað ger ókeypis útferðir við teimum, sum í longri ella styttri tíð eru í sjúkraørindum í Danmark og búgva á sjúklingahotellinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald