Ítróttur

Tríggjar broytingar í hópinum

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til EM undankappingardystin móti Sveis

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum - Mynd: Jóhanna Thomsen

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum - Mynd: Jóhanna Thomsen

2026-03-16 19:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Tað verður nummar 2 ímóti nummar 3 í bólkinum, tá Føroyar og Sveis fríggjakvøldið í komandi viku bresta saman í U21 EM undankappingardysti á Stockhorn Arena í Thun.

Og sammett við seinasta dystin hjá Føroyum, sum var á útivølli móti Frankaríki í novembur í fjør, hevur Ólavur Mikkelsen framt tríggjar broytingar í hópinum.

Hesaferð hevur venjarin sent boð eftir Jósef Ólavsson Gleðisheygg og Aron Benjaminsen úr Víkingi, og Dávid Reymheim úr KÍ. Teir avloysa Aron Reinert Hansen, Marjus Nón og Thomas Bjørn Miezan.

Hópurin
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Jónas Prior, 07 Vestur
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Jógvan Gullfoss, B36
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Vasteras SK (Svøriki)
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Djóni Samuelsen, B68 Toftir
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Mjallby AIF (Svøriki)
Aron Benjaminsen, Víkingur
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík
Markus Isaksen, Skála

Tá Føroyar og Sveis møttust á Tórsvølli í oktobur í fjør gjørdist úrslitið 3-1 til Sveis.

Undan dystinum á Stockhorn Arena hava Føroyar 9 stig, eitt stig frammanfyri Sveis, sum hevur 8 stig. Frankaríki er fremst í bólkinum við 10 stigum.

Stigatalva og leikskrá: U21 EM undankapping / Bólkur C

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder