Treystitalið fyri búskapin er lækkað úr 17 í januar 2023 til 6 í juni 2023 og liggur nú undir langtíðarmiðalið, sí mynd 1. Tað er serliga hjá tilfeingisvinnuni at treystið er lækkað.
Ávísin fyri tilfeingisvinnuna er lækkaður munandi síðani seinastu kanning; hon boðar millum annað frá lægri eftirspurningi, viknaðum marknaðarparti, stórum goymslum av liðugtvørum og væntaðum príslækkingum. Fiskaprísirnir á serliga botnfiski vóru sera høgir í 2022, men hava verið fallandi gjøgnum 2023. Harafturat kunnu politisku útmeldingarnar um broytingar í fiskivinnusamstarvinum við Russland og óvissurnar viðvíkjandi útflutninginum til Russlands hava havt sína ávirkan, tá ið umboðini fyri tilfeingisvinnuna svaraðu spurningunum í kanningini í juni 2023.
Handilsvinnan svarar í kanningini, at sølan tað seinasta árið hevur verið lægri enn frammanundan, men væntaða sølan komandi árið er kvinkað eitt vet uppeftir. Føroyingar hava skift yvir til bíligari gerandisvørur, sølan av stórum og dýrum innbúgvi er lækkað.
Í tænastuvinnuni væntast somuleiðis lægri eftirspurningur komandi árið. Ferðavinnan hevur latið væl at í juni og juli mánaði, men hetta summarið hevur verið meira óvist, tí ferðafólk hava bílagt í seinastu løtu. Nærum øll kømurini á føroysku gistingarhúsunum vóru tó upptikin í juni mánaði og stórt virksemi er í flutningi av ferðafólki í 2023, bæði luftvegis (Atlantic Airways) og sjóvegis (Smyril Line). Sannlíkt eru ferðandi meira varin í ár orsakað av høgari inflasjón, men ferðavinnan væntar, at tá rættlag kemur í aftur, so verður eftirspurningurin størri aftur, og tí vóna tey eitt betri ár í 2024 enn í 2023.
Í byggivinnuni sæst ein lækking í vísitalinum, men ávísin fyri byggivinnuna er tó hægri, enn miðalið fyri seinastu 15 árini. Tað eru framvegis fleiri stórar verkætlanir í gongd hjá landi, kommunum og privatum fyritøkum, ið merkir, at stóru aktørarnir í byggivinnuni hava tryggjað arbeiði í minsta lagið 1,5 ár fram. Størsta avmarkingin fyri framleiðsluna hjá byggivinnuni er mangul á arbeiðsmegi.
Búskaparráðið hevur áður gjørt vart við, at tað er heldur óheppið at tað almenna, tað vil siga land og kommunur, leggja óneyðugt trýst á byggivinnuna við at seta í gongd stórar byggiverkætlanir í góðum tíðum, samstundis sum tað privata ger stórar íløgur. Hetta tí eftirspurningurin hjá tí almenna økir uppaftur meira um eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni, sum elvir til lønartrýst í byggivinnuni og harvið dýrkar byggiverkætlanirnar hjá bæði tí almenna og privata.
Mynd 1
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald