Seinastu tíðina er sjóneykan sett á avbjóðingarnar at finna nóg mikið av hóskandi bústøðum til flóttar. Eftir áheitan frá Reyða Krossi tók Kommunufelagið tí stig til, at hesir partarnir settu seg saman fyri at styrkja um sambandið og greiða frá um síni øki.
At finna hóskandi bústaðir kann vera ein trupul uppgáva, tí atlit millum mangt annað skulu takast til arbeiðs- og samferðslumøguleikar. Somuleiðis er sera ymiskt, hvussu fíggjarliga orkan er hjá flóttunum – serliga hjá teimum, sum bert hava uppihaldsveiting at dúva uppá. Tað er Útlendingastovan, sum í samstarvi við Reyða Kross hevur um hendi uppgávuna at finna bústaðir til ukrainar.
- Ein stakur persónur undir 25 ár hevur kanska einar 1.500 krónur at brúka upp á bústað, og tá mugu kreativar loysnir finnast fyri at hjálpa teimum. Onnur megna meira, tí veitingin er hægri, ella tí tey eru komin út á arbeiðsmarknaðin. Av tí sama hava at kalla øll sløg av bústøðum áhuga hjá okkum, sigur Sólva G. Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni.
Tørvur er framvegis á, at fólk venda sær til Útlendingastovuna ella Reyða Kross, um tey hava eini hús, eina íbúð ella eitt kamar at leiga út, herundir vertsfamiljur, ið ynskja at bjóða ungum flóttum inn í teirra heim. Og tað er eisini tørvur á, at kommunurnar nýta sín lokalkunnleika til at vísa landsmyndugleikunum á, hvar tøkir bústaðir kunnu vera í teirra øki.
- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit lyfta í felag og vísa, at vit sum land megna at hýsa flóttum. Og hetta gerst bert, um øll gera sítt, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyum.
- Kommunurnar kunnu vera lykilin til tað lokalsamfelagið, sum er so avgerandi fyri, at hesi fólkini fáa fótin fyri seg. Tí fara vit í næstum at seta okkum í samband við kommunurnar fyri at greiða frá, hvat tær kunnu gera. Og ikki minni at bjóða teimum at geva okkum lut í teimum góðu royndunum, sum ivaleyst longu eru funnar kring landið, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.
Samanumtikið vísti fundurin í dag, at tað er semja millum partarnar at arbeiða saman og at hjálpa hvørjum øðrum at lofta hesum avbjóðingum – eisini tvørturum formlig myndugleikamørk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald