Politikkur

Tørvur á nýggjum sosial reformi

Leygardagin hevði Miðflokkurin sín árliga ársfund. Fundurin var hildin í Dansifrøði í Tórshavn.

2025-05-27 23:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Miðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak.

Fundurin í ár varð merktur av góðum og gevandi politiskum orðaskifti. Sosiala gjógvin, sum merkir samfelagið í dag, var eitt av stóru kjakevnunum. Hetta kom eisini greitt fram í formansrøðuni hjá Jenis av Rana, sum eisini viðgjørdi viðurskifti ófødda barnsins og foreldur tess. Ísrael var somuleiðis dúgliga viðgjørt. Handilssambandið millum Føroyar og Ísrael er í støðugum vøkstri, og útflytarnir hava gott treysti viðvíkjandi at vøksturin fer at halda áfram.

Gestarøðarin á landsfundinum í ár var navnframi Eran Masas úr Ísrael. Hann luttók á landsfundinum og á almennum tiltaki sunnudagin eftir landsfundin. Fólk sótu sum á nálum, tá hann við myndum og video greiddi frá upplivingum sínum á lagnudegnum tann 7. Oktober í 2023. Í dag er Eran ein hetja í Ísrael.

Val av nevndarlimum var somuleiðis á skránni. Rani Skaalum og Rósa Tyril stóðu fyri vali. Eftir atkvøðugreiðlsuna var greitt, at Rani Skaalum heldur fram í nevndini. Nývald í nevnda varð Finngerð Djurhuus Olsen. Varalimir í nevndini eru Margretha Kjærbæk og Vilhelm Henrik í Skálanum. Nevndin skipar seg í næstum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder