Mentan

Tórshavnar kamarkór í Sandavágs kirkju

Í kvøld (30. mai) kemur Tórshavnar Kamarkór til Sandavágs at hava konsert í kirkjuni í sambandi við mentanarvikuna Maisól í Vága komunu.

2024-05-30 12:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Konsertin byrjar kl. 19.30 og varir ein knappan tíma. Kórið fer við hesi framførðslu at enda sítt kórár, við at framføra tilfar sum tey hava vant hetta síðsta árið. Sangskráin hjá kórinum spennir vítt, frá krevjandi kórverkum til nýskrivaðan føroyskan kórtónleik. Kórið telur 30 sangarar, og Bernharður Wilkinson er kórleiðari.

Verið hjartaliga vælkomin! 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder