Topp 3 Ársins leiðarar 2025 innan tað privata og almenna funnir
Dómsnevndin at velja Ársins leiðarar sigur, at aftur í ár komu nógvar góðar tilnevningar inn, og eru tey nú komin til eina niðurstøðu, hvørji skulu verða í Topp 3. Øll hava havt møguleikan at senda inn tilnevningar til Ársins leiðarar.
Limir í dómsnevndini eru Ingibjørg Berg, Metis, Árni Jakobsen, SMJ og Johnny í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroya.
Endamálið við Leiðaradegnum er at seta leiðslu á breddan í Føroyum og at heiðra tey, ið hava skara framúr innan leiðslu. Hæddarpunktið á degnum er tá Ársins leiðarar verða kosnir.
Kjósanin verður 31. januar 2025 á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum. Tá verður endaliga avdúka, hvørji gerast Ársins leiðarar 2025.
Ársins leiðari er tignarligasti heiður, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Heiðurin verður í ár latin fyri 21’undu ferð.
Stroyming á portal.fo
Kjósanin verður stroymd á portalinum kl. 16.20 fríggjadagin 31. januar.
Umframt Ársins leiðarar verður nýggji heiðurin Herðaklappið til millumleiðarin latin á fyrsta sinni. Hetta verður somuleiðis stroymt á portalinum, tað verður kl. 15.00.
Topp 3 innan tað almenna – í stavrað eftir fornavni:
Hans Johannes á Brúgv, Sjóvinnustýrið
Jóngerð Guttesen, Roðin
Monica Hjelm Rasmussen, Familjufyrisitingin
TOPP 3 innan tað privata - í stavrað eftir fornavni:
Álvur Højgaard, stjóri, Navigare Shipping
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri Mowi
Poula Michelsen, nevndarforkvinna, PM
Skráin fyri Ársins leiðaradag 2025:
Hákun Djurhuus, Ársins almenni leiðari 2024 | Setir dagin
Eva Z. Bentsen | Leiðsla í framtíðini. Ein ørgrynna av krøvum og møguleikum – tak av!
Ingunn Eiriksdóttir, Ársins privati leiðari 2024 | Úr skjáttuni
Sofaprát| Týdingurin av millumleiðaranum | Ingibjørg Berg og Óluva Zachariasen
Avdúking Herðaklappið til millumleiðaran
Marius Ziska | Frálíkir tónar
Elsebeth Hauge | Skomm hjá leiðarum
Kjósan av Ársins leiðarum 2024
Festligur netverks 5’ari við mati, drekka og Ari Eldjárn StandUp
Áhugin fyri degnum er sera stórur, nøkur pláss eru eftir, skal mann við eigur mann ikki at bíða leingi at bíleggja, siga fyrireikararnir.
Tekna teg og les alt um Leiðaradagin 2025 HER á heimasíðuni hjá Synergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald