Politikkur

Tjóðveldi lýgur meira enn helvtina

Tjóðveldi er enn einaferð úti við pástandinum um, at barnagarðurin Hans Andrias Djurhuus er dýrasta bygging pr. fermetur í nýggjari tíð. 52.000 pr fermetur sambært Tjóðveldi. Rætta talið er helvtina minni.

2024-02-27 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tjóðveldi er enn einaferð er úti við rívuni, og tekur barnagarðin Hans Andreas sum skrekkdømi. Tey upplýsa, at kostnaðurin var 55 mio. kr.

Eg má bara siga, at fáur lýgur meira enn helvtina, men tað klára hesi. Útbyggingin kostaði í alt kr. 15.116.554,31, uttan mvg, hvørki meira ella minni.

Bygningurin kostaði 24.349 kr/m2 + 2.874,81 kr/2 fyri projektering av allari verkætlanini, herundir samanbygging, broytingar inni í verandi stovni, lendi uttanum, leiðingar og íbindingar.

Alt hetta veit Tjóðveldi – ella alt hetta áttu tey at vita, um minsti áhugi var fyri at veita fólki rættar upplýsingar. Øll hesi tøl eru alment tilgongilig.

Heðin Mortensen

borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder