2024-07-19 18:30
Tjaldið er stórt og rúmligt og hóskar sera væl til tiltøk av alskyns slag.
Frítíðarfeløg, samkomur og privatpersónar eru vælkomin at seta seg í samband við Tvøroyrar kommunu, um áhugi er at nýta tjaldið til okkurt áhugavert. Nýtsla er ókeypis og einasta treytin er, at tjaldið verður latið kommununi aftur í sama standi sum tað var, tá tað var lánt.
Um áhugi er at nýta tjaldið, ber til at senda teldupost til Tvøroyrar kommunu á [email protected] . Upplýsið hvør hevur áhuga í at lána tjaldið, til hvat og ein kontaktpersón við telefonnummari, so setir Tvøroyrar kommuna seg í samband við viðkomandi.
Tvøroyrar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald