2023-12-20 16:12
Sambandsflokkurin sat við landsins leiðslu í 2014, tá eitt samt løgting boðaði frá, at farast skuldi undir heildarverkætlanina, Eystur- og Sandoyartunlar.
Níggju ár eru liðin og nú vantar bert ein dagur, áðrenn tann mest slóðbrótandi verkætlanin innan føroyskan infrastruktur er komin á mál.
Tingmanningin fekk í dag høvi til at vitja í tunlinum, har tey m.a. fingu kunnning um tunnilin frá Teiti Samuelsen, umframt loyvi til at kaga inn í teknisku skipanirnar í pumpubrunnunum.
Sambandsflokkurin gleðist yvir góðu gongdina og vil samstundis nýta høvi til at ynskja sandoyingum hjartaliga til lukku við tunlinu.
Kunning um tunnilin:
Árstal byrjað: 2018
Longd: 10.800 km
Lægsta punkt: 155 metrar undir havbotninum
Mesta hallið: 5%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald