Politikkur

Tingmanning Fólkafloksins vitjaði í dag í Sandoyartunlinum 

Í morgin er ein merkisdagur fyri sandoyingar, og allar føroyingar, tá koyrandi verður undir Skopunarfjørð.

2023-12-20 15:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 
Tað var í 2014, at eitt samt løgting tók undir við uppskoti, ið hevði til endamáls at stovna partafelg, ið skuldi byggja og reka Eystur- og Sandoyartunlarnar. Tað var Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, ið legði uppskotið fram.

Vit kunnu í dag fegnast um, at verkætlanin er komin á mál, og at hetta fer at vera eitt stórt framstig fyri Sandoynna, bæði fólk og vinnu á staðnum.

Í dag fekk okkara tingmanning so møguleika at vitja tunnilin, og lata tey sera væl at.

Fólkaflokkurin ynskir øllum sandoyingum hjartaliga til lukku við tunlinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder