Politikkur

Tingfundur verður kl.10

Nógv mál verða viðgjørd í løgtinginum í dag.

2022-03-11 09:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Dagsskráin, fríggjadagur, 11. mars 2022, kl. 10:00
1Val av løgtingsgrannskoðara
23. viðgerð LM-058/2021 - Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19
31. viðgerð LM-107/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin)
41. viðgerð LM-108/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Fólkaflutningur, ferðaleiðarar o.a.)
51. viðgerð LM-103/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um at endurnýggja asfaltverk og skervverk hjá Landsverki
61. viðgerð LM-105/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins (Tað verður ikki longur møguligt at fáa upplýst navnið á umsøkjarum til eitt tænastumannastørv, nágreining av ásetingini um royndarsetan og nær undantøk kunnu verða givin til royndarsetan, fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum hækkar úr 70 árum upp í 72 ár, forboðið fyri almennari frásøgn frá tænastumannaforhoyri og rættarfundum fevnir um bæði munnligar og skrivligar upplýsingar, heimild verður til at mótrokna í reiðiløn, prestar verða fevndir av ásetingini um royndarsetan og ásetingarnar um lønarforskot og lønarskuldarbinding verða strikaðar.)
71. viðgerð LM-106/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir (Aldurin, tá ið tænastumaður kann fara úr starvi við eftirløn hækkar úr 60 ár upp í 62 ár, møguleiki fyri seniorsetan, fyribilssetan í hægri starv kann telja við í eftirlønini og dagføring av viðbót í sambandi við at fólkapensjónsaldurin hækkar næstu árini)
81. viðgerð LM-128/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin) (Dagføringar av endamáli, leiðslu, ogn, skuldarmørkum, útláni, striking av skuld, eftirlit o.a.)
91. viðgerð LM-121/2021 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka loftrúm og flogferðslu undir føroyskt ræði)
101. viðgerð LM-122/2021 - Uppskot til samtyktar um miðvísar íløgur og átøk til at menna føroyska málið í 21. øld
11Framløga
Viðmerkingar
LM-107/2021 verður beint í Fíggjarnevndina LM-108/2021 verður beint í Fíggjarnevndina LM-103/2021 verður beint í Fíggjarnevndina LM-105/2021 og LM-106/2021 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina LM-128/2021 verður beint í Fíggjarnevndina LM-121/2021 verður beint í Uttanlandsnevndina LM-122/2021 verður beint í Mentamarmevndina

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder