Í eina tíð hevur Løgmansskrivstovan arbeitt saman við Betri Trygging um at fyrireika eina grøna orkuskipan til at hita bygningarnar í Tinganesi og bygningin hjá Betri Trygging á Kongabrúnni. Undanfarni løgmaður byrjaði verkætlanina um at gera Tinganes grønt, og skitsuprojekt og kostnaðarmeting vórðu gjørd í 2022. Núverandi landsstýri ynskir at halda fram við verkætlanini.
“Samgongan hevur sett sær fyri at fremja grøna orkuskiftið í Føroyum. Skal hetta eydnast, so má landið sjálvandi at ganga undan. Somuleiðis hava vit hava sett okkum fyri, at allir almennir bygningar skulu leggja um til grønar hitaskipanir. Eg eri glaður fyri at vit nú kunnu taka fyrsta stigi á hesari leiðini, við at gera Tinganes grønt”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
At leggja um til sjógvhita er ikki bara gott fyri umhvørvið. Tað eru eisini fleiri pengar at spara. Landið nýtir í dag góðar 80.000 litrar olju árliga til at hita bygningarnar í Tinganesi. Við dagsins oljuprísum verður sparingin umleið 318. tús. kr. árliga, við at leggja um til sjógvhita. Um oljuprísirnir hækka aftur, verður sparingin uppaftur størri.
Umframt eyðkendu reyðu bygningarnar uttast á Tinganesi, har Løgmansskrivstovan, Fíggjarmálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið húsast, verða allir bygningarnir hjá landinum í Tinganesi og á Reyni knýttir í skipanina, tvs. yvir til bygningin í Gongini, har gamli Sjóvinnubankin helt til, og har Umhvørvismálaráðið og Løgmálaráðið húsast í dag. Talan er um 22 bygningar, ið landið eigur. Harafturat verða bygningarnir hjá Betri Trygging, á Kongabrúnni, partur av skipanini.
Í fíggjarlógaruppskotinum, sum er lagt fyri Løgtingið, verður biðið um 4 mió. kr. aftrat til umbygging í Tinganesi, 2 mió. kr. í 2023 og 2 mió. kr. í 2024, fyri at gera tað møguligt at fremja verkætlanina. Samlaði kostnaðurin av verkætlanini er mettur til umleið 8,9 mió. kr., harav parturin hjá Løgmansskrivstovuni er 4,5 mió. kr. Eftir ætlan skal skipanin takast í nýtslu í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald