Politikkur

Tiltak um burturkast og tilfeingi í Virkishúsinum

Í annaðkvøld kl. 19 verður tiltak um burturkast og tilfeingi í Virkishúsinum í Sandavági. Tiltakið er ein partur av náttúru- og umhvørvis tiltøkunum, sum Vága kommuna skipar fyri í Undurfagra mai.

2024-05-06 22:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Á skránni verður:
• Framløga um burturkast við Jóannes Guttensen, umhvørvisleiðara á IRF
• Framløga um gagnnýtslu av mattilfeinginum við Sunnivu G. Mortensen í Matkovanum
• Framløga ull sum burturkast ella tilfeingi við Dortheu Joensen á Búnaðarstovuni
• Pallborð um raðfesting av náttúru- og umhvørvisøkinum við umboðum fyri býráðið í Vága kommunu. Bjarni Prior, Rósa Samuelsen og Jóanis Albert Nielsen luttaka. 
Orðstýrari er Jóhanna Kjælnes. Vertur fyri tiltakið er Dánjal Petur Vilhemsson. 
Tey ungu í Virkishúsinum bjóða diskosuppu við matleivdum frá handlum í kommununi.
Øll eru vælkomin!


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder