Politikkur

Tilmæli um elmarknað handað landsstýriskvinnuni og Kommunufelagnum

Í dag varð frágreiðing handað Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í orkumálum, og Kommunufelagnum við tilmælum um, hvussu tað á einfaldan og ódýran hátt ber til at skipa ein elmarknað í søluliðinum.

2023-12-15 14:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Endamálið við at menna eina einfalda marknaðarskipan í søluliðinum er at fáa meira av tí varandi orkuni til høldar og at kunna bjóða brúkaranum eitt dynamiskt tilboð.

Ein arbeiðsbólkur við trimum umboðum fyri landsstýrið og trimum umboðum fyri Kommunufelagið hevur sitið við arbeiðssetninginum síðan august 2023.

Landsstýriskvinnan fegnast um semjuna, sum kann flyta okkum skjótari burtur frá oljuni móti varandi orkukeldum. Hon sigur tað hava stóran týdning at skipa ein nútímans, ódýran og einfaldan elmarknað – bæði fyri at troka tey svørtu, lívrunnu brennievnini út og fyri at laga okkum til framtíðina við varandi orkukeldum.

Semja er m.a. um at áseta skiftandi tímaprís, alt eftir um framleitt verður úr olju ella varandi orku, at netgjaldið skal skifta alt eftir trýstinum á netið, og at bæði SEV og góðkendar fyritøkur skulu kunna taka lut í søluliðinum.

Partarnir eru somuleiðis samdir um, at arbeiðsbólkurin heldur fram at greina aðrar partar av semjuskjalinum millum landsstýrið og Kommunufelagið.

Í arbeiðsbólkinum sita:

Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Umhvørvismálaráðnum, formaður

Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni

Ari Johanneson, leiðari fyri elveitingareftirlitið á Umhvørvisstovuni

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu

Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur hjá Kommunufelagnum, og

Boga Bech Jensen, ráðgevi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder