Mentan

Til minnis um Sneppuna

Hugleiðing 17. septembur 2022

2022-09-28 08:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Haldi eg má leggja út við at takka tykkum øllum, sum eru møtt upp her í dag í Hamrabyrgi.

Hesin dagur og dagarnir upp til nú hava verið sermerktir fyri meg; millum annað tí tað var mangan, at eg var í iva, um hetta fór at rigga - og so tað, at hetta hevði eg aldrin fingist við fyrr.

Men dagurin er eisini sermerktur og hevur stóran týdning fyri søguna hjá Víkarbyrgi og Hamrabyrgi; tvær bygdir, sum nú eru útdeyðar - Víkarbyrgi sum tann síðsta.

Tá ið ein hugsar um søgur úr fornaði tíð, er Víkarbyrgi ikki akkurát tann fyrsta bygdin, ein hugsar um. Vónandi førir henda minnisplátan til, at ljós aftur verður varpað á hesar bygdir, sum í sínari tíð vóru stórslignar.

Tað er eisini henda lítla bygd, sum húsar søguna um Sneppuna; kvinnuna, ið svartideyði fekk so villa og stygga, at hon ikki kom útaftur millum fólk.

Men hvør var henda kvinna? Og hvussu kann tað vera, at hon sum einasta kvinna júst hasa tíðina kann hava hórað undan eftir slíka ógvisliga lagnu?

Lítið og einki er skrivað um hesa kvinnu, so tað, eg beri fram her fyri tykkum í dag, er bert mín hugleiðing.

Tað, ið byrjaði sum ein tanki í 2020, tá ið okkara egna “sóttin mikla" breyt út, er nú veruleiki. Tað var tá, eg veruliga fór at hugsa um Sneppuna, og hvussu hon man hava havt tað, meðan deyðin leikaði í rundan um hana. Ímeðan verðin í okkara tíð helt ondini, og vit øll fingu harraboð um at halda okkum heima og vera “saman hvør sær”, gekk Sneppan her til sín síðsta dag - meðan orðini "stygg" og "vill" lýstu hana.

Sneppan hevur livað á mannamunni líka síðan tá.

Tað eru ikki nógvar kvinnur í Føroyum, sum hava fingið minnisplátu ella varða. Tí fall tað mær til tankar at seta Sneppuni eitt varandi minni. Og tað eru tað fleiri grundir til: Nettupp tí Sneppan var ein "hon", og hartil tí hon hvørki var valdmikil í vinnu og politikki ella fyri alt tað skrivandi, sum ofta verður hevjað av berum vana.

Tað er upp til ein og hvønn, hvussu tey vilja síggja hana; hesa villu kvinnu. Men Sneppan var sum sagt ein, ið hvørki bar fín ella flott heiti - og valla hevur hon verið av aðalætt.

Tað er nokk eisini tí, at eg síðan smágenta var so drigin at søguni um Sneppuna. Søgan um hana er so sterk eins væl og mátin, hon bardi seg gjøgnum lívið. Og so tað, at hon yvirlivdi hóast fullkoma útihýsing og einsemi. Tað er eitt nú tað, sum henda pláta kann minna okkum á: At tað lítla og veika sigrar til síðst. 

Nú er Sneppan komin heim. Hervið eru bæði søgan um hesa kvinnu og ein partur av Føroya søgu vard. Tað var tað, sum alla tíðuna var mítt ynski.

Einki av hesum hevði borið til uttan hjálp frá eini rúgvu av fólkum.

Eli Poulsen, sum hevur lagt mær nógvar søgur um Víkarbyrgi í minni, er ein. Tað var eftir samrøður við Eli, Høgna Mohr og Aksal Poulsen, sála, at eg veruliga fekk mót uppá at fremja hesa ætlan. Hesir menn høvdu allir eina jaliga viðmerking og meintu, at hetta avgjørt var vert at útføra.

Hans í Líðuni, sáli, var eisini fúsur alt fyri eitt. Eg vil næstan siga, at áðrenn vit høvdu fingið lagt hornið á eftir fyrstu samrøðina, var hann farin undir at tekna og gera plátuna. Amboðini hevði hann á lemmavirkinum, Rock. Tað tók ikki leingi, so var fyrsta tekningin gandað fram, og hevði Sneppan tá fingið eitt andlit.

Niels Petur Nolsøe er skaldið handan ørindið, sum lýsir Sneppuna og hennara lagnu.

Lagnan vildi, at Hans ikki skuldi síggja endaliga úrslitið. Men Rock við Petur Symphor Kjærbæk læt ikki verkið fara fyri skeytið. Har tóku teir beinanvegin undir við at fáa plátuna lidna. Til alla lukku hevði Hans biðið Allan Bjarnason um hjálp. Allan hevur skorið, fínskorið, dragsað, pussað og sett upp! Og aftan á, at Tjóðsavnið setti okkum eina bremsu á eitt bil, hevði Allan tol og vilja at gera plátuna sambært krøvunum hjá Tjóðsavninum.

Alt arbeiðið, sum Rock hevur gjørt, hevði als ikki verið møguligt uttan allan stuðulin frá Lions Club Suðuroy. Tað var mær ein sera rørandi løta, tá ið eg bleiv uppringd av forsetanum hjá Lions, Jens Petur Brattalíð. Hann segði, at teir einmælt høvdu samtykt at stuðla mær við øllum útreiðslum til minnið um Sneppuna.

Hagapartin, vit standa í, eigur Magni Eystan Á. Her høvdu vit ikki staðið í dag uttan Magna. Longu eftir fyrstu samrøðu játtaði hann, at plátan kundi evnast og setast her. Hjartans takk fyri tað, Magni!

Her eru enn fleiri, sum eiga hjartans tøkk. Tey eru: 

Halltóra Joensen og Sumbiar kommuna fyri kaffi og kakur, sum verður bjóðað í summarhúsinum hjá Amy og Eyðbjørn Thomsen hinu megin ánna  - í Víkarbyrgi - aftan á avdúkingina.

Pól Arni Holm fyri at seta tíð av til at framføra í dag. 

Jákup Fróði Jensen fyri eggjan og hjálp við øllum hentleikum.

Rúni Joensen, løgfrøðingur, fyri hjálp við ymsum lógartekstum og tulkingum.

Kirvi fyri at hava stuðla við vatni.

Torgið fyri sunkist til børnini.

Tjóðsavnið fyri samstarv.  

At enda vil eg enn einaferð takka Rock fyri alt arbeiðið og tímarnar, tit hava latið - og Lions Suðuroy fyri, at tit valdu at stuðla mær.

Johan Eli Poulsen úr Sandvík vildi fegin verða við í dag, men hann er ikki heima. Hann vildi bera hesa heilsu og yrking: 


Her sitið eg eina, 

hvønn dag aleina, 

fólkið torir ei í nánd 

tey halda, eg eri ónd.


Tó so má eg ikki svong sita, 

tí tey ofta tveita mær ein bita, 

av kjøti tí besta, 

ið stimbrar sálina reysta.


Ja, sóttin svarta, 

tú meg mátti harta,

her siti eg eina og kúri, 

enn fyri tær eg stúri.


Fólkið skilir ei, eg skíggi tey, 

tí øll uttan um meg eru deyð, 

men tað er sóttin, ið meg ræðir, 

fólkinum onki bagir.


Eg fari við hesum at lata orðið yvir til Kristin Michelsen.


Rakul Sumberg Dahl


Myndir: Guðrið Patursson


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder