Annað

Til minnis um Mimi

Fríggjadagin 21. august andaðist Mimi a Brúnni í Sorø 90 ára gomul. Mimi var úr Sandavági, dóttir Kristianu og Tummas Nielsen. Tey vóru 7 syskin, Kristian, Dánjal, Rasmus, Anna, Steingrím, Mimi og Gorm..

2026-08-23 19:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nu Mimi andadist eru tey øll farin. Sum ung arbeiddi Mimi i handlinum hja pápabeiggjanum Zacharias og fór síðani til Danmarkar at læra til sjúkrasystir. Systurin Anna hevði lært á komunuhospitalinum í Keypmannahavn og fór Mimi eisini at læra har. Í Keypmannahavn hitti hon skálvíkingin Frímann á Brúnni sum læs til prest. Tey giftist og tá ið Frímann var liðugur at lesa fekk hann fyrst prestastarv á Eiði og síðani á Sandi.


Tá Frímann fekk prestastarv í Danmark við kirkjuna í Slaglille, sum liggur beint uttanfyri Sorø, fluttu tey higar at búgva. Tey keyptu hús í Sorø, higar tey fluttu tá ið Frímann gavst í prestaembætinum í Slaglille. Hesa tíðina arbeiddi Mimi sum sjukrasystir í Sorø. Mimi var annars kend fyri sítt dugnaliga handarbeiði.
Mimi og Frimann fingu fimm synir, Símun, Tórur, Brynjálvur, Kjartan og Kristian, sum allir búgva í Danmark.


Vit lýsa frið yvir minni um Mimifastir.
Kristiana

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder