Mentan

Til lands í Íslandi

Helst longu í 1875 funnu føroyingar upp á at fara til lands á Eysturlandinum. Tað merkti, at teir fóru við onkrum farti, sum fór til Íslands, og høvdu bát við sær. Á Eysturlandinum funnu teir sær bygdir, har teir hildu líkindi vera fyri útróðri.

2023-12-18 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hetta vant upp á seg. Í 1880unum vóru stundum nógvir bátar, stundum færri, men í 1890unum vant hendan vinnan rættiliga upp á seg. Føroyingar róðu út á Skálum, í Gunnólfsvík, á Bakkafirði, Vopnafirði, Borgarfirði, Seyðisfirði, Vattarnesi, Norðfirði, o.s.fr.

Líggjas á Fløtti í Syðrugøtu var leingi á Bakkafirði. Byrjaði í 1907 og gavst ikki fyrrenn í 1949. Síðani Ísland tók fullveldi í 1944 fekst ikki loyvi, men Fløttur helt kortini á. Saman við honum seinasta árið var systirsonurin Jørgen Thomsen. Teir fingu 2000 krónur í part. Tað var góður fongur. Bátin, sum æt “Fløttur” læt hann standa eftir.

Hetta og annað skrivar Jógvan Arge um í bókini “Tey fóru til Íslands”, ið fæst til keyps kring landið.

Mynd: Manning hjá Líggjasi á Fløtti á Bakkafirði. Ein úr Norðagøtu og fýra úr Syðrugøtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder