2024-08-09 08:00
Klokkan trý í nátt var ein tikin fyri rúsevnakoyring í Klaksvík. Tveir aðrir bilførarar fingu klipp fyri í Klaksvík, tí teir koyrdu ímóti hvat ferðsluskeltini vístu.
Klokkan 03:30 bleiv eitt sindur av roki uttan fyri Norðoyar sparikassa. Ein ungur persónur vildi ikki upplýsa hvør hann var, og verður tí skuldsettur fyri tað.
Í Havn bleiv ein tikin fyri rúsdrekkakoyring. Í Leirvík fingu fýra bilførarar klipp ímillum klokkan 07:30 og 08:30 fyri at koyra væl omanfyri mest loyvdu ferð í bygdum øki. Teir koyrdu 74, 74, 75 og 77.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald