Politikkur

Tíðindaskriv um En kænguru somdig

Seinastu tíðina hava vit sæð orðaskifti og viðmerkingar um sjónleikin En kænguru som dig, sum HiLS DiN MOR framførir, fyri skúlum og almenninginum, og har LGBT+ Føroyar er við til prátið, sum leikarirnir hava aftaná sýningina, har áskoðarar kunnu seta spurningar.

2023-04-30 17:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Viðmerkingarnar snúgva seg um, at summi fólk halda, at børn mugu ikki síggja tilfar, sum snýr seg um LGBT+ viðurskifti. Tey halda, at børnini skulu verjast ímóti hesum tilfari, og at skúlar ikki skulu taka næmingar við til leikin uttan at foreldrini hava givið loyvi. LGBT+ Føroyar vil staðfesta, at tað er ikki farligt hjá børnum at síggja leikir, sum snúgva seg um samkynd. Vit hava sæð leikin, og hann er væl leiktur og er í barnahædd.


HiLS DiN MOR er ein LGBT+ leikbólkur, sum framførir leikir, sum snúgva seg um LGBT+ evni og at hava rætt til at trygt kunna vera tann, man er. Tey vísa á ymiskar trupulleikar, sum LGBT+’arar upliva í lívinum, og hvussu onnur kunnu vera við til at basa hesum trupulleikunum saman við LGBT+’arum. Teira aðalmál er, at eingin skal kenna seg einsamallan og uttan ein felgsskap. LGBT+ Føroyar metir, at hesin leikurin er eitt gylt høvi at læra børn í Føroyum, at tað er ok at vera tann, man er, og at tað er aldrin í lagi at happa, heldur ikki tey, ið eru annarleiðis. Eisini vísur leikurin á, hvussu særandi tað er hjá LGBT+’arum at hoyra niðrandi orðalagið, sum ofta er frammi í føroysku miðlunum.


Vit halda, at tað er sera týdningarmikið, at ein leikur sum hesin verður sýndur í Føroyum, og at skúlar fara til leikin, tí hóast tað eru summi, sum kanska halda tað vera farligt at børn síggja hendan leikin og læra boðskapin, so koma vit ikki uttanum, at tað liva nógvir LGBT+’arar í Føroyum. Tí er tað so týdningarmikið, at øll læra at tosa ordiligt um og við hvønn annan. Hóast summi foreldur ikki vilja fortelja børnum sínum um samkynd, so fara hesi børnini at møta LGBT+’arum í lívi sínum. Tey fara kanska at ganga í flokki við onkrum, tá tey gerast eldri, ella tey longu nú ganga í barnagarð ella skúla við onkrum, sum hevur samkynd foreldur ella systkin ella mostur ella pápabeiggja ella onkran annan, sum tey eru góð við, og vit vita, at tað er eisini særandi hjá einum barni at hoyra onnur snakka niðrandi um ein, tey eru góð við. Tí mugu vit læra børn, at man skal snakka pent um hvønn annan – eisini um LGBT+’arar, og at tað er ok, at vera júst sum man er.


Okkara leiklutur í sýningum er at luttaka í eini spurnarløtu eftir sjónleikin, har áskoðararnir hava møguleika at seta spurningar til sjónleikabólkin. Her eru vit við fyri at umseta, um onkur ikki vil spyrja á donskum, og so svara vit eisini, um onkur spurningursnýr seg um føroysk viðurskifti.


Vit eru sera glað fyri, at hesin leikurin verður framførdur í Føroyum og harmast um tær keðiligu viðmerkingarnar, vit hava sæð. Høvuðsendamálið hjá LGBT+ Føroyum er at veita kunning og arbeiða fyri virðing og tolsemi í okkara samfelagið. Vit vilja tíeggja øllum at koma at hyggja eftir hesum góða leikinum.


Vit eru sannførd um, at saman kunnu vit skapa eitt meiri skiljandi samfelag, har vit øll kunnu vera til uttan ágang.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder