
Tí hevur Kristianna W. Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sett landsstýrismanninum við ábyrgd fyri ukrainskum flóttafólkunum skrivligan fyrispurning.
Tað eru í dag trý ár síðani, at Russland leyp á Ukraina. Stutt eftir hetta álop samtykti løgtingið at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina. Síðani er ein rættiliga stórur bólkur av ukrainskum flóttafólki komin til landið, flýdd úr teirra heimlandi av einum brutalum kríggi, sum higartil hevur vart í trý ár.
Hetta er fyrstu ferð, at vit taka ímóti flóttafólki, og tey eru á nógvan hátt í eini øðrvísi støðu enn aðrir útlendingar. Tey hava ikki sjálvi valt at flyta. Tey hava heldur ikki valt, at Føroyar skuldi gerast teirra nýggja heimland, ella at tey brádliga skuldu læra eitt nýtt mál. Samstundis er syrgiliga støðan í teirra heimlandi steinur omaná byrðu fyri bæði einstaklingar og familjur, og ikki minst fyri børnini.
Herfyri var samrøða við umboð fyri Reyða Kross í útvarpinum, sum førdi fram, at atgongd til arbeiðsmarknaðin er ein avbjóðing fyri flóttafólkini. Hetta eiga vit at gera nakað við.
Landsstýrismaðurin hevur kunnað um, at landsstýrið hevur sett eina samskipandi eind við umboðum fyri landsstýrið umframt fyri Almannaverkið, Útlendingastovuna, Kommunufelagið, Føroya Politi og Reyða Kross. Áhugavert er, hvat er komið burturúr arbeiðinum hjá hesi samskipandi eind.
Ein nøktandi móttøka av flóttafólki fevnir um nógv ymisk øki og krevur nógvar ymiskar førleikar: skikkað og óheft ráðgeving, sálarfrøðilig tilboð, eitt stórt arbeiði á dagstovnum og í skúlum, atgongd til arbeiðsmarknaðin, undirvísing í føroyskum sum fremmandamáli, fyri at nevna nøkur dømi um hesi øki.
Spurningarnir eru soljóðandi:
- Hvussu nógv flóttafólk úr Ukraina, kvinnur, menn og børn, eru higartil komin til Føroya, og hvar í Føroyum búgva tey?
- Hvussu gongur hjá ukrainskum flóttafólki at fáa arbeiði í Føroyum?
- Er landsstýrismaðurin sinnaður at gera serligar skipanir fyri at betra atgongdina til arbeiðsmarknaðin fyri ukrainsk flóttafólk?
- Hvørjar royndir eru við arbeiðinum hjá samskipandi eindini, sum landsstýrið hevur sett at arbeiða við ukrainsku flóttafólkunum?
- Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar hjá ukrainunum, børnum og vaksnum, sum eru komin til Føroya?
- Hvussu hava vit sum samfelag sum heild megnað at tikið ímóti ukrainsku flóttafólkunum?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald