2025-12-11 12:17
Í Kelduni verða jólini aftur í ár sungin inn – eins og tey hava verið seinastu tvey áratíggjuni. Sangurin rungar um alt húsið, og nógv eru tey, ið plaga at leita sær í Kelduna hetta kvøldið. Á skránni er nógvur felagssangur og fýra framførslur. “Vit sygnja jólini inn” verður 23. desembur kl. 21, og Keldan letur frætta, at øll eru vælkomin at vera við. Aftan á verður kaféterian opin, og Keldan bjóðar øllum heitar eplaskivur, karamellur og mandarinir. Ein innsavnan verður - peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál. Øll, ið vilja, kunnu lata til tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald