- mars 2022
ÍSF fordømir álopið á Ukraina
Í hesum órógvandi og truplu døgum sendir ÍSF sín treytaleysa samhuga og stuðul til ukrainska fólkið.
Bæði tey, sum nú liva við ótta og óvissu í álopna heimlandinum - og tey, sum við ótta og óvissu flýggja undan russiskari og hvítarussiskari hermegi.
ÍSF fordømir álop Russlands og Hvítarusslands á Ukraina. Tað eigur at fáa stórar fylgjur - eisini fyri russiskan og hvítarussiskan ítrótt.
Sterka megin, sum býr í ítrótti, røkkur um allan heimin og knýtir okkum saman. Sama hvussu ymisk vit eru, sama hvar vit búgva, hvat vit trúgva og hvørjar sannføringar, vit annars hava, savnast vit í ítróttinum.
Virðini, sum allur ítróttur byggir á, eru felagsskapur, friður og kapping á jøvnum føti.
Harðskapur og krígsgerðir, sum vit í hesum døgum síggja í Ukraina, kunnu tí á ongan hátt sameinast við ítróttin.
Vit vóna, at endi kann fáast á stríðnum á skilagóðan hátt, áðrenn fleiri mannalív so meiningsleyst verða mist, og áðrenn fleiri fólk mugu flýggja frá øllum, tey eiga.
Men inntil stríðið endar, mælir ÍSF til, at:
· Eingi ítróttarfólk fara til kappingar í Russlandi ella Hvítarusslandi
· Eingi ítróttarfólk úr Russlandi ella Hvítarusslandi sleppa at luttaka í okkara kappingum
· Eingi umboð fyri russiskan ella hvítarussiskan ítrótt sleppa at luttaka í føroyskum tiltøkum, fyriskipanum ella avtalum
· Eingi føroysk ítróttarumboð taka lut í russiskum ella hvítarussiskum tiltøkum, fyriskipanum ella avtalum
Øll norðurlendsku ítróttarsambondini standa saman um at fordøma Russland og Hvítarussland - og at útihýsa russiskum og hvítarussiskum umboðum, nevndarlimum og ítróttarfólki.
Føroysku umboðini á altjóða pallunum virka eisini fyri og stuðla hesi útihýsing.
Somuleiðis samskifta vit støðugt við hini norðurlendsku ítróttarsambondini um, hvørt átøkini móti Russlandi og Hvítarussandi - og ítróttinum í hesum londunum - skulu herðast.
Við vón um skjótan frið,
ÍSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald