Mentan

Tíðindaskriv frá Landsfelag Pensjónista

.

2024-08-17 09:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tíðindaskriv


ELDRADAGURIN 2024 Á TOFTUM: EIN HEILT SERSKILDUR DAGUR FYRI PENSJÓNISTAR

Leygardagin 14. september 2024 verður ein serligur dagur fyri eldri føroyingar, tá ,,Eldradagurin 2024” verður hildin í Høllini í Tofta skúla. Dagurin, ið er ætlaður øllum pensjónistum, hevur eina fjølbroytta skrá við góðum undirhaldi, spennandi gestarøðarum og hugnaligum felagssangi.


Felagsskapur og góður matur

Eldradagurin byrjar kl. 12, tá gestirnir koma og hava møguleika at keypa lutaseðlar. 

Kl. 12.30 bjóðar Johild Joensen, forkvinna í Eldrafelagnum Nón, vælkomin, og beint aftaná verður døgurði. 

Borðstjórarnir, Sámal Petur í Grund og Fríðhild Winther, syrgja fyri, at alt gongur væl, og húsorkestrini á Toftum og Runavík spæla undir.


Gestarøður, felagssangur og skemt

Borgarstjórarnir báðir, Torbjørn Jacobsen, Runavíkar Kommuna,  og Suni í Hjøllum, Nes Kommuna, bera fram heilsanir. 

Dagurin verður eisini merktur av felagssangi, skemti, og áhugaverdum fyrilestri, ið fysioterapeuturin Jákupi Peturi Eliassen, hevur átikið sær at halda. 

Kl. 15 verður hugnaløta við kaffi og køku. Hesa somu løtuna verða lutaseðlarnir  drignir.


Gongutúrur og meira undirhald

Eftir kaffisteðgin verður møguleiki fyri einum góðum gongutúri kring Toftavatn saman við Janusi Jensen sum frásøgumanni. Aftaná verður aftur felagssangur, og ein sangbólkur fer at framføra. Seinasta máltíðin á degnum verður kl. 18, tá borðreitt verður við smyrjibreyði.


Upp á gólv

Jens Dalsgaard fer at skipa fyri føroyskum dansi, har øll kunnu luttaka. Eftir dansin fer Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, at bera fram eina heilsan, og Alfred Olsen, formaður í Eldrafelagnum á Toftum, takkar fyri dagin. Endað verður við felagssanginum "Boðar tú til allar tjóðir".


Praktiskar upplýsingar og tilmelding

Kostnaðurin fyri dagin er 475 krónur, og tilmelding fer fram við at rinda upphæddina í Betri Banka á konto 9181 - 363.778.8 í seinasta lagi mikudagin 4. september 2024. Bussar koyra frá Farstøðini í Tórshavn kl. 11.45 og fara heimaftur kl. 20.15.

Dagurin er fingin í lag í tøttum samstarvi millum Eldrafelagið á Toftum, Eldrafelagið Nón og Landsfelag Pensjónista. Tiltakið er ein gyltur møguleiki at njóta ein góðan dag saman við vinum og kenningum.


Argir 16.08.2024

Beate L. Samuelsen, forkvinna

Landsfelag Pensjónista

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder