Vinna

Tíðindaskriv frá aðalfundi í AKF 2025

.

2025-05-09 17:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


AKF hevði aðalfund 7. mai, 2025. Møtt vóru áleið 25 fólk við umboðum úr øllum limafeløgunum.


AKF er eitt samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eruMagistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya ogFelagið Føroyskir Sálarfrøðingar. AKF varð stovnað í 2008, og hevur í dag áleið 800 limir.

Í nevndini í AKF sita eitt umboð fyri hvørt limafelag. Hesi vóru eftir aðalfundin Mass Hoydal fyrimagistararnar, Arni Petersen fyri verkfrøðingarnar, Anton Arge fyri byggifrøðingarnar, Robert Thomassenfyri arkitektarnar og Birita Lamhauge Jóansdóttir fyri sálarfrøðingarnar. Asta Fróðadóttir Joensen eraðalskrivari hjá AKF
Páll Nolsøe, sum hevur verið forfólk seinastu 5 árini stillaði ikki uppaftur. Eftir viðtøkunum í AKF verðurforfólk og næstforfólk valt beinleiðis á aðalfundinum. Arni Petersen varð valdur sum forfólk. Arni erútbúgvin matvørukandidatur frá Danmarks Tekniske Universitet í 2004 og hevur arbeitt á Heilsufrøðiligustarvsstovuni síðani 2009. Hann hevur harumframt tikið akademiútbúgving innan leiðslu í 2019. Arni hevurverið forfólk í Føroya Verkfrøðingafelag frá 2019 -2023. Anton Arge varð valdur næstforfólk.


Páll Nolsøe heldur fram innan fakfelagsarbeiðið og tók við sum forfólk í Magistarafelag Føroya í mars í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder