Mentan

Tíðindaskriv - Heystmarknaður 2025

.

2025-08-21 14:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Seglloftið og havnalagið verða karmar um tiltakið, har fólk kunnu ogna sær forkunnugan føroyskan mat, heimagjørd pløgg, prýði og annað tílíkt.

BÍLEGGIÐ BORÐ Á SEGLLOFTINUM

Eins og undanfarin ár, er møguligt at bíleggja sær eitt borð á Seglloftinum, um okkurt er, ið tit vilja selja.

Tað er ókeypis at vera við, men treytin er tó, at tað, ið selt verður, skal vera heimagjørt - antin tað er plagg, matur ella prýði. Heystmarknaðurin er ikki ætlaður sum ein loppumarknaður.

Øll eru vælkomin at bíleggja sær borð við at venda sær til kommununa á [email protected] ella við at ringja á 611085.

Upplýsið navn og telefonnummar og hvat tit ætla at selja.

Seinasta freist at bíleggja borð, er fríggjadagin 10. oktober 2025, kl. 13:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder