2024-11-04 11:00
Føroyska Mia er danmarksmeistari í amboðsfimleiki
Leygardagin vann Mia Højgaard DM í amboðsfimleiki við søguliga góðum úrsliti.
Eftir at hava kappast í øllum amboðum, t.v.s. lop, barr, bita og gólv var 15 ára gamla Mia best, og gjørdist tí vinnari av All-around kappingini. Mia er ein sera góður og komplettur fimleikari, og hon er stinn í øllum amboðum.
Hetta er fyrstu ferð at ein føroyskur íðkari á kvinnusíðuni fær gull. Hon fekk 44,966 stig, sum er 0,4 stig framman fyri nr 2. Sostatt er hon besti junior fimleikari í ríkinum.
Føroyar hava ikki sjálvstøðugan limaskap í altjóða fimleikasambandinum, og tí er Mia á danska landsliðnum, og hevur verið bæði til EM og HM fyri Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald