Tá ið Fámjinsvegurin varð tikin í nýtslu seinast í tríati árunum og fyrst í fjøruti árunum, varð lítið hátíðarhald Vesturi á Fløtti í Fámjin, har eitt nú navnframi Jens Oliver Lisberg vaks upp. Í hesum hátíðarhaldi varð fegnast um nýggja vegin og tann týdning, sum hann fór at hava fyri bygdina. Tá mælti maður í hátíðarhaldinum, Niels Petur Petersen nevndur at navni, at tíðin kravdi vegin. Framskyggið sagt av hesum manni.
Góð áttati ár seinni, tá ið henda stórhending fór fram í bygdini, varð Fámjinstunnilin loksins samtyktur hin 26. oktobur í 2021. Striltið hevur gingist at bora tunnilin, tí tilfarið í loftinum hevur verið so leyst. Men tann 21. juli í ár varð so seinasta skotið í tunlinum latið av. Ein stórur dagur fyri okkum fámningar, ja fyri føroyingar allar, sum seint verður gloymdur.
Á skelti Fámjinsmegin, sum arbeiðstakarin J&K Petersen hevur sett upp, stendur, at 725 metrar av vegi skulu gerast Fámjinsmegin; heldur fleiri metrar av vegi Ørðavíkarmegin. Nú frættist og tað sæst eisini, at vegurin Fámjinsmegin verður gjørdur einbreytaður oman í tann gamla vegin. “Tíðin krevur tvíbreytaðan veg” og einki annað. Vit eru í 2024 og ikki í 1930-árunum, tá ið gamli vegurin varð gjørdur. Tað er als ikki tíðarhóskandi at gera einbreytaðan veg nú á døgum. Løgtingið hevur einmælt samtykt at gera tunnilin og at gera 725 metrar av vegi Fámjinsmegin og sjálvsagt tvíbreytaðan. Samtyktin á Føroya løgtingi skal sjálvsagt fremjast í verki. Fámningar skulu ikki revsast fyri, at tunnilisætlanin er vorðin heldur dýrari. Nú er at halda seg til samtyktina hjá Føroya løgtingi og gera tað sum skal gerast, so vegirnir Ørðavíkarmegin og Fámjinsmegin eru tvíbreytaðir, at bilverja verður sett upp bæði Ørðavíkarmegin og Fámjinsmegin og at eitt slitsterkt lag av asfalti verður lagt á vegin í tunlinum, og ikki eitt bíligt slitlag, sum varð lagt inni í nýggja tunlinum á Viðareiði á sinni og sum ikki helt og sum kom skattgjaldaranum aftur um brekku, tá ið Viðareiðistunnilin varð asfalteraður aftur av nýggjum.
Í ognarhaganum Miðhaganum í Norðara parti (Fámjinsmegin) er nartlað burtur úr vakra hamaranum í ovara borð í sambandi við nýggja tvíbreytaða vegin, sum Løgtingið hevur samtykt. “Tíðin krevur tvíbreytaðan veg”, og eiga tí hesi sjónsku merki í hamaranum at hvørva til nýggjan tvíbreytaðan veg, 725 metrar og ikki minni enn teir 725 metrarnar, sum standa á skeltinum í Miðhaganum og sum áður nevnt J&K Petersen hevur sett upp.[1]
Eg fari tí staðiliga á heita á oyggjarmann mín, Dennis Holm sunnan úr Vági, sum er heitur talsmaður fyri at varðveita trivna hjá suðuroyingum og føroyingum annars at bera so í band, at tunnilin og nýggju vegirnir báðumegin Skarðið verða gjørdir av einslistum og at onki verður spart í sambandi við hesa stórgerð, sum Løgtingið hevur samtykt nú Fámjinstunnilin skjótt letur upp fyri almennari ferðslu og sum vit fámningar fegnast almikið um og eru ógvuliga takksamir fyri. Fari eisini at heita á oyggjarfólk míni á løgtingi: Súsonnu Bertholdsen, Johan Dahl, Bjarna Hammer, Erhard Joensen, Henrik Old og Jacob Vestergaard at skipa so fyri, at øll tunnilsverkætlanin verður framd til lítar. Sama áheitan skal eisini ljóða til sambygdarmenn mínar í Fámjins kommunu: Jóanis Lisberg, Arnbjørn í Smiðjuni og Arna Teindal. Somu áheitan sendi eg eisini til Landsverk. “Tíðin kravdi vegin”, segði fámningurin Niels Petur Petersen á sinni. Vit kunnu eisini siga, “at tíðin hevur kravt nýggjan Fámjinstunnil”. Og sum Pól F. yrkir so vakurt og væl í Tvørasanginum: “eg síggi bjart, bert áræði og vón”. Ta vónina hevur nýggi Fámjinstunnilin so sanniliga kveikt.
P.S. Fari eisini at heita inniliga á landsstýrismannin í samferðslumálum, Landsverk og løgtingsfólkini í Suðuroy, ja á øll løgtingsfólk at breiðka Fámjinsvegin so við og við oman á Hundagjógv. Tað er stutt strekki og ógvuliga gott at breiðka.
Vinaliga
Hans Joensen, fyrrverandi bygdarráðslimur í Fámjins kommunu.
[1] Best hevði verið at breiðka nýggja vegin oman til rulluportrið, sum er áraka har, sum tað grøna seyðahúsið í Miðhaganum stendur. Tilfar at breiðka við er nú til taks, og tað hevði snúð seg um nakrar metrar aftur at teimum 725 metrunum, sum Løgtingið hevur samtykt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald