2023-07-10 21:34
Vit eru vónandi øll samd um, at tað er fúl etandi skomm at eitt skip, ið er komið til Føroyar við eittans keðiligum endamálið, púra óprovokerað sleppur at sigla heilt inn um molan í okkara høvuðsstaði, har út við helvtin av føroysku íbúgvunum búgva, uttan at verða steðgað áðrenn aftaná áhaldandi áheitanir, um at venda við og fara burtur. Skipið er komið hertil at skapa ónáðir og forstýra okkara lógliga grindarakstur og seta Føroyar í ringt ljós.
Yvirraskilsið er ikki, at skipið hjá Paul Watson kom inn um 12 fjórðinga markið. Tað áttu vit at væntað og verið fyrireikað uppá. Hetta søgdu føroyskir mynduleikar seg eisini vera, men tað vóru vit ikki. Vit lótu hann fara allan vegin, so langt hann hevði hug til. Ein uppreistarmann og felagsskap móti lógligum virksemi í okkara landi.
Vit mugu hugsa longur enn um Paul Watson í dag. Hann ger hetta fyri persónligan vinning og tað vita vit av. Vit mugu hugsa um Føroyar og okkara røsku sjófólk.
Okkara fiskivinna vinnur virðir fyri milliardir til okkara samfelag hvørt ár. Trygdin hjá hesum sjófólkunum er Tjaldrið. Sama skipið, ið ikki megnaði at sigla aftaná hasi danguni hjá Paul Watson. Ikki tí hon sigldi skjótt, men tí Tjaldrið er gamalt og ótíðarhóskandi.
Brimil er í dokk, sigur onkur, men tað er Brimil ofta, og Brimil liggur vanliga eisini minst 4 vikur um árið, tá Tjaldrið er einsamalt í drift. Umvent, so liggur Tjaldrið ómannað helvtina av tíðini hvørt ár. Tá er Brimil einsamalt føroyskt vaktar og bjargingarskip.
Í Føroyum hava vit eitt sera stórt sjóøki at verja, bjarga og halda vakt við. Vit mugu hava minst tvey føroysk vaktar og bjargingarskip, ið eru hóskandi til tær uppgávur, ið kunnu væntast í føroyskum sjóøki.
Tí skal áheitanin til politiska mynduleikan herfrá ljóða, fáið nú skil á og uppraðfesti vaktar og bjargingartænastuna í Føroyum. Tíðin er langtsíðani komin, rustað og tærd burtur. Vit kunnu ikki bíða og mugu seta ferð á. Keypið eitt skip, ið er egnað til endamálið, høggið Tjaldrið upp ella seljið tað av landinum. Setið manning til bæði skipini alt árið runt. Vísið í verki, at Føroyar taka ábyrgd av føroyskum sjóøki og føroyskum sjófólki, og latið aldrin slíka skomm henda aftur, ið hendi í gjár.
Vinarliga
Eyðstein Zachariasen
Fyrrverandi dekkari við Brimli og Tjaldrinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald