Politikkur

Tíðin er farin frá blokkpolitikki

Vit bjóða tí øllum flokkum til borðið. Vit eru til reiðar at førka okkum. Hóast ósemjurnar mangan hava verið stórar, krevur tíðin, at gjáirnar smalka aftur. Og hóast vit hvørki kunnu ella skulu semjast um alt, so mugu vit semjast um sumt.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2024-07-29 14:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Soleiðis segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyri løtu síðani, tá hann bar fram ólavsøkurøðu løgmans. 

Summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan og ov breið til einstaklingaprofilering. Vit mugu vera meiri sum ólavsøkukórið, ið stendur sum ein, tá ið um ræður. Fleirraddað, men samfelt.

Tað krevur nakað av okkum øllum. Og løgmaður er bjartskygdur um, at vit fara at finna fleiri breiðar semjur.

Eitt nú um: langtíðarhaldførið, bústaðarmarknaðin, uttanríkispolitiska virkisførið, útlendingaøkið og hvussu vit knýta Suðuroynna upp í restina av landinum.

Í røðuni minti løgmaður frá, at í mong ár hevur okkara partur av heiminum verið støðufastur – við fáum vandum. Men at vit nú síggja broytingarnar og álvaran. Vit síggja lond, sum klovna. Sum snara móti ekstremismu bæði vinstrumegin og høgrumegin. Áheitanin frá løgmanni var greið:

- Tað má ikki henda her. Okkum tørvar støðufesti. Vit mugu tí finna ein nógv týðiligari felags grundtóna, sum heldur fram í tíðina.

Tað týdningarmesta eru breiðar semjur um langtíðarhaldførið og vælferðina hjá børnunum. 

At tryggja langtíðarhaldførið krevur langtíðarloysnir. Langtíðarloysnir krevja langtíðarsemjur. Tí mugu allir flokkar loysa hesa avbjóðing í felag. Og vit mugu gera tað nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder