Politikkur

Tey veiku mugu rinda fyri borgarliga oyslið

Tað var hjartanemandi beint fyri páskir at hoyra Sigrid Sivertsen og mammu Karl, ið ber brek, greiða frá tí ófatuligu viðfer, tey høvdu fingið frá politisku skipanini.

2022-04-19 15:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ikki nóg mikið við, at hesar mammur av sínum eintingum hava gjørt av at passa síni børn heima 24 tímar um samdøgrið 365 dagar um árið. Aftur at hesum hava hesi bæði húski saman við øðrum húskjum í líknandi støðu í áratíggjur spart landskassanum milliónir av krónum um árið. 

Samstundis skvatlar samgongan hvørt fíggjarár milliardaupphædd burtur í berari vanstýring. Men nú, tá tað sansar at, eru tað sjálvandi tey veikastu og teirra avvarðandi, sum fyrst verður farið eftir. Tað, sum frammanundan er játtað teimum, vil samgongan taka frá teimum aftur, men tey mest vælbjargaðu í okkara samfelag skulu onki merkja.
Tríggjar framskrivaðar fíggjarlógir við stórum undirskotum tey næstu árin tala fyri seg. Um hetta peningaoyslið var farið fram í onkrum av okkara grannalondum, varð fíggjarmálaráðharrin ripaður til hús í stundini.
Hvør minnist ikki tey føgru vallyftini undan løgtingsvalinum í 2019. Pensionistarnir skuldu fáa fleiri túsund krónur meira um mánaðin. Samhaldsfasti skuldi gerast skattafríur, og so framvegis.
At so samgonguumboðini í Breddanum í útvarpinum her fyri søgdu seg taka undir við peningaoyslinum er ræðandi.
Tann annars so skilagóði Bill Justinussen úr Miðflokkinum sá onga orsøk til at tálma hækkandi útreiðslunum, tí tað vóru so nógv onnur samfeløg, ið fíggjarliga vóru nógv verri fyri enn vit.
Skelkandi útsøgn tá bæði formaður Búsparráðsins og ein høgt virdur djóralækni hvør í sínum lagi rópa varskó um støðuna í alivinnuni. Fellið í alivinnuni er risastórt, og samstundis stúrir djóralæknin fyri, at viknaði fiskurin eisini kann gerast meira sárbarur fyri sjúkum.
Jákup Mikkelsen bleiv hinvegin bara firtin og segði, at Javnaðarflokkurin einki hevði gjørt í seinasta valskeiði. 
Formaðurin í fíggjarnevndini, Erhard Joensen, er av Sambandsflokkinum settur á ein uriaspost; siðiligur og skilagóður, men tá ein, sum annars gongur inn fyri samhaldsfesti, samstundis er í politisku klónun hjá Fólkaflokkinum, er einki at gera. Tí gerst Sambansaflokkurin tann stóri politiski taparin, men ímillum fólkið eru tað okkara veikastu borgarar, ið merkja sviðan.
Frá fyrsta degi, tá Javnaðarflokkurin tók við leiðsluni í Tinganesi við Peturi M. Dam sála sum løgmanni, var vælferðarsamfelagið sett á skrá og skuldi verða kjarnan í politikki Javnaðarfloksins. Eftir tógvið politiskt stríð við allar flokkar á Løgtingi var komið langt fram ímóti málinum, sum stovnarin av Javnaðarflokkinum setti sær fyri. 
Eitt er, at Fólkaflokkurin hatar alt politiskt, ið hevur við samhaldsfesti at gera. Meira óskiljandi er tað, at liberali Sambandsflokkurin skuldi gerast klípið, ið tryggjar grundarlagið undir slíkum politikki - undir tí fólkaflokspolitikki, sum upp á stutta tíð hevur megnað at drena landskassan, soleiðis at allar vælferðatænastur næstu árini verða skerdar, og soleiðis, at tað verða tey veikastu í okkara samfelag, sum gerast stóri taparin. Tey gerast taparin í tí ósosiala politikki, sum hendan samgongan hevur ført og førir.
Við einum væntaðum undirskoti fleiri fíggjarlógir á rað sær tað svart út fíggjarliga. Sambært útsøgnunum hjá Búskaparráðnum fara bíðirøðirnar til ellisheimini helst at vaksa nógv, men minni verður av pengum at fíggja eldraøkið, tí teir ráðandi borgarligu flokkarnir hava oyðslað allar skattakrónurnar burtur, ið annars væntaðust at koma inn frá komandi pensionistum.

Frank Davidsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder