Politikkur

Tey misnýta teirra umboðan í javnstøðunevndini!

"Løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn", soleiðis nevnist nevndin, hvørs umboð nú sjálvboðin bjóða seg fram í stríðnum móti ófødda og óseka barninum.

2023-10-03 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Tað var forkvinnan hjá teimum fimm umboðunum, sum á miðdegi, á ein sjáldsama óhjálpnan hátt, trein fram á palli útvarpsins. Har royndi hon at verja nevndina, sum í hesum málinum arbeiðir beint móti  endamáli lógarinnar við ikki bert at mæla til at taka javnrættin, men allan rætt, eisini rættin til lív, frá veikasta og mest verjuleysa føroyinginum.



Kalt og kensluleyst royndi hon seg við einum sjálvmótsigandi argumenti fyri og øðrum eftir. M.a. at tey bæði atlitini, sjálvavgerðarrætturin hjá kvinnuni og rættur barnsins til lív, "tey koma altíð at mótstríða og annað argumentið "KEMUR ALDRIN AT VINNA, og at tað, at "vit hava ein veruleika har fosturtøkur verða framdar", gevur rætt til fosturtøku, uttan mun til um tað er loyvt ella ikki.


Til hesar úr rúgvuni valdu royndir nevndarinnar at hvítvaska hendur er at siga, at nevndin, við sínum óumbidna tilmæli, DØMIR BARNIÐ AT TAPA og mælir til at taka frá tí rættartrygdna til mest grundliggjandi mannarætindið- lívið.


Ein syrgilig skomm, at eingin í almennu nevndini valdið barnið, men at øll frásiga sær alla ábyrgd av tí, og skapa mismun millum tað og okkum føddu!


Grát mítt elskaða land!


Gott at vit hava menn og kvinnur, sum óboðin gera tað verjuarbeiði, sum m.a. hendan nevndin eigur at gera. Menn og kvinnur í kirkjum, samkomum og flokkum, sum kunnu líta aftur um bak og gleðast yvir, at stríð teirra, tey seinastu tríati árini t.d., hevur tryggjað minst 1200 føroyingum lívið!



Jenis av Rana,

lækni

formaður Miðfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder