2025-03-11 08:28

Terji Beder tikið sæti á Løgtingi
Tað vóru tvey nýggj andlit at síggja hjá í Løgtinginum í dag, tá javnaðarumboðini Terji Beder og Magna E. Mørkøre tóku sæti sum varafólk á tingi.
Hetta er fyrstu ferð, at fuglfirðingurin Terji Beder situr í Løgtinginum. Hann er 33 ár, arbeiðir í Barna- og undirvísingarmálaráðnum og býr í Havn. Terji fekk 145 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.
Terji Beder er varafólk fyri Hans Jacob Thomsen hesa vikuna. Magna Eliana Mørkøre er í Løgtinginum allan marsmánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald