Mentan

Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!

Fyri tjúgu árum síðani avrikaði ein ungur havnarmaður nakað, sum í föroyskum tónleikaligum höpi svarar til at lenda á mánanum. Tað var tá ið Teitur fekk plátusáttmála í lag við stóra plátufelagið Universal í Amerika.

2024-05-07 23:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Plátan, sum spurdist burtur úr hesum var Poetry & Aeroplanes. Eitt meistaraverk alt sum tað er. Eitt valaverk, sum enn í dag stendur sum ein sannur varði í sangara/lagsmíð rúgvuni. 

Og á G! 2024 sleppa vit at uppliva öll lögini á plátuni úr einum enda í annan. 
Teitur kemur við bólki sínum, og her verður ikki spart uppá nakað; strúkarar verða eisini við.

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), Teitur (FO), Swangah (FO),The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) Plúmm (FO) og GRÓA (IS) spæla á G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder