Mentan

Teitur & Girls in Airports í Listastovuni leygarkvøldið

Leygarkvøldið 13. september kl. 19.30 verður høvi at uppliva Teitur & Girls in Airports – Kvæði konsertina í Listastovuni.

2025-09-11 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Konsertin fer at byrja við forkunnugum upptøkum, sum verða vístar fyri fyrstu ferð nakrantíð til hesar konsertirnar, har Vilhelmina í Dali, sála, syngur ymisk skjaldur og kvæði og í stuttum greiðir frá, hvat tey eru. Upptøkurnar vóru gjørdar í 2018.

“Spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.” Soleiðis ljóðar rómurin um forkunnugu Kvæði-plátuna, sum Teitur og danski indie-jazz bólkurin Girls in Airports góvu út í november í fjør – og sum nú verður framførd í Føroyum fyri fyrstu ferð.

Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami. Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman. Hetta útviklaði seg skjótt til plátuna Kvæði. Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann uppá aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað.

Gaffa.dk gav plátuni sera góð skoðbrá og sigur m.a. við 5 av 6 stjørnum:
“... úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinaða indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra.
Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum – eftir mínari meining – letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”

Fleiri konsertir hava longu verið í Danmark og fleiri verða afturat í summar. Í Føroyum verður møguligt at uppliva KvæðiFinsen fríggjakvøldi 12. september og í Listastovuni, Miðvági, leygarkvøldið 13. desember.

Girls in Airports eru:
Martin Stender á saxofon
Mathias Holm á tangentar
Victor Dybbroe á slagverk
Oliver Laumann á trummur

Konsertirnar eru stuðlaðar av Dansk-Færøsk Kulturfond og Økistónum. Meira er at lesa um konsertirnar inni á www.atgongumerki.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder