Vinna

Teir rokast í Eysturgrønlandi

.

2025-02-02 13:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Masilik er línubátur, ið Royal Greenland eigur, teir royna eftir toski í Eysturgrønlandi. Inniverandi túrur byrjaði fyrst í januar og teir hava í tríggjar vikur longu 300 tons inni av heysaðum toski. Teir hava ligið um 15 tons uppá dagin. Ætlanin er at fylla lastina, so vónandi eini 400 tons tá teir fara inn at landa. Tað er góð stødd av fiski og væl blanda stórur og smáur fiskur. 

Teir royna í Eysturgrønlandi og landa vanliga á Hafnafjørðinum í Íslandi. Við Masilik eru 20 mans, harav eru 6 føroyingar, tveir á brúnni, 2 í maskinuni, fabrikssjefur og kokkur. Skipari er Gunnar Olsen úr Fuglafirði.

Masilik er 52 metur langur og 12 metur breiður, skipið er útgjørt við moonpool, tað er dragibrunnur inni í miðjuni á skipinum. So drigið verður í øllum veðrið, men fer tað upp á 5-6 aldu dettur fiskurin lætt av línuni av rykkunum og minnið av fiski kemur inn á dekkið. 

Línubáturin Masilik var upprunaliga Avro Viking sum norðmenn lótu byggja í 2001, til at fiska við í Suðuríshavinum. Og hevur seinni iti Argos Helena og Carisma Viking. Saman við systurskipinum Avro Chieftain/Avro/Carisma Star, vórðu teir teir fyrstu línubátarnir sum fingu moonpool at draga ígjøgnum. 

Besta fiskitíð í Eysturgrønlandi til tosk er frá september-oktober og út í mai-juni. Og summarmánðarinar eru betur fiskiskapur vestanfyri. Í Vesturgrønlandi hevur Masilik 1000 tons av kvotu.

Ein túrur uppá 400 tons av heysaðum toski gevur 20-22 millónir krónur. Tað tekur eini 2-3 samdøgur at sigla á og av fiskileið í Eysturgrønlandi til og frá Hafnafjørðinum. Og tá tað er hesin fiskiskapurin, fer nógv tíð fyri einki til sigling og landing. Og tað ganga um 50 dagar til hetta virksemi um árið.

Í Vesturgrønlandi er nógvur toskur at fáa, men tað er smáur fiskur. Inni á fjørðunum verður kasta við nót eftir toski, á sama hátt sum kasta var við nót eftir seiði í Føroyum fyri 30-40 árum síðani. Men smáttfallandi fiskur. Royal Greenland hevur skipið Tuneq, sum hevur tangar og teir taka ímóti, innhandla, frá teimum smáum jollufiskarunum. Fiskurin er livandi í tangunum umborð á Tuneq og verður síðani førdur inn til lands. Við flakavirki liggja aliringar, sum livandi toskurin verður sleptur í og so pumpaður inn á virki eftir tørvi har framleitt verður til flak.

Føroysku línubátarnir eru so smátt farnir at rigga til at fara til Eysturgrønlands at royna. Føroysk skip kunnu í 2025 fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 50 tonsum av kalva sum hjáveiðu. Brosmukvotan verður samanlagt 375 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki framvegis hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi. Allar kvotur í rundari vekt.

Orð: Jan Erik Simonsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder