Ítróttur

TB-Online bingo fyllur 5 ár

Hesi seinastu 5 árini hevur Tvøroyrar Bóltfelag, við sínum Online Bingo, víst, hvussu eitt hugskot, sprottið úr torførum umstøðum kann blóma og gerast ein týdningarmikil partur av felagsskapinum.

2025-04-23 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tí skulu vit her ikki einans hátíðarhalda 5 ára dagin hjá bingonum, men eisini styrkina og samanhaldið, sum tað hevur skapt!  Ja, tað er fantastiskt, at TB Online Bingo hevur megnað at savnað fólk úr øllum landinum, ja enntá úr øllum heiminum!
Hetta frálíka spælið á YouTube hevur latið dyrnar upp á víðan vegg fyri luttakarum langt uttanfyri Føroyum og hevur tað skapt eitt felagsskap, sum bæði er forvitnisligur og undirhaldandi.
At savna so fjølbroytt fólk til eitt felags spæl, er eitt veruligt bragd, og tað vísir, hvussu sterkt samanhaldið kann vera, hóast fólk eru langt frá hvørjum øðrum.
Við støðugt mentari tøkni og hugflogi kann TB Online Bingo framhaldandi veksa og gleða enn fleiri fólk! 
Vit takka Bjarna Nygaard fyri sítt frálíka hugskot, sum legði grundarlagið fyri TB Online Bingo. Tað var í ófrættakendu tíðini, tá Føroyar so at siga stongdu vegna korona. Fólk sluppu ikk til dyst og tiltøk vóru avlýst í hópatal, at hugskotið birtist,  Hugskotið var at hava eitt online-bingo og við hesum bleiv ikki bara eitt spæl skapt, men ein felagsskapur, sum við tíðini hevur savnað fólk úr øllum heiminum, bæði í torførum tíðum og nú í gleðiligum løtum.
Slík nýhugsan er ein verulig gáva til bæði lokalsamfelagið og tey, sum njóta spælið. Tað er stuttligt at síggja, hvussu eitt hugskot kann vaksa og blóma!  TB Online Bingo hevur verið eitt sera gott, fíggjarligt íkast til Tvøroyrar Bóltfelag. Tað hevur stuðlað felagnum og hjálpt til, við at savna pening til ymsar verkætlanir og virksemi. Tað er ein frálíkur máti at sameina undirhald og stuðul til felagsskapin, og tað hevur havt stóran týdning fyri Tvøroyrar Bólfelag. 
Ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið gjøgnum árini hava gjørt TB-Onlin bingo møguligt og ikki minst, ein stór tøkk til tykkum mongu, ið spæla og hava spælt við okkum!

Tvøroyrar Bóltfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder