2026-09-15 22:00
Usbekistan hýsir teimum 46. talvolympisku leikunum, sum byrja í morgin mikudagin.
Luttøkan er metstór. Í almennu røðini eru ikki færri enn 208 lond umboðað. Føroyar, sum ikki hava sterkastu manning hesaferð, eru tó styrkismettar sum nummar 107.
Eingin av okkara sterkastu trimum telvarum – Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft – eru við á hesum sinni.
Føroyska liðið er mannað soleiðis:
1. Luitjen Akselsson Apol (2305) 20 ár
2. IM John Rødgaard (2250) 71 ár
3. Jón í Horni Nielsen (2078) 21 ár
4. Elias Petersen (2075) 18 ár
5. Rókur Davidsen (1988) 18 ár
Hesir fimm eru á nýggjasta føroyska styrkilistanum nummar ávikavist 4, 5, 18, 19 og 27. Avboðini hava tí verið fleiri enn vant.
Nevnast kann, at Grønland verður á fyrsta sinni við á talvolympiaduni. Grønland er styrkismett nummar 201.
Byrjað verður í morgin klokkan 11 fyrrapartin. Ikki fyrr enn í morginári fæst at vita hvørjum telvast skal ímóti í fyrsta umfari.
Ellivu umfør eru, telvað verður til 27. september.
Rokalig byrjan
Aldursforsetin á føroyska liðnum, John Rødgaard, telist millum veruligu OL-veteranarnar. Hann fekk sín OL-elddóp í 1984, og kundi verið abbi at øllum hinum á føroyska liðnum.
John hevur sent okkum forvitnisliga ferðafrásøgn frá fyrsta samdøgrinum í stóra asiatiska landinum fyri eystan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald