2025-03-23 15:29

Suni Merkistein skrivar:
Havnin sigraði
Havnar Telvingarfelag endurvann FM-heitið í stórum stíli í seinasta umfari í landskappingini í gjár.
Havnarmenn vunnu stórsigur 3½-½ á kappingarneytanum úr Sandavágs Talvfelag, eisini eydnaðist B-liði Havnar Telvingarfelags at lívbjarga sær í harðari kapping við Kollafjarðar Talvfelag, sum tí noyðist at víkja sætið í deildini.
Unga manningin hjá kollfirðingum hevur kortini staðið seg væl í vetur, og eigur tí at seta sær fyri at vinna seg aftur upp í bestu deildina sum skjótast. Eydnast teimum at byggja oman á tað, sum longu er laðað, fara teir helst at kunna bíta seg fastar í bestu deildini í framtíðini.
Sandavágs Talvfelag vann 2 deild, Rókur 3 deild og Klaksvíkar Talvfelag 4 deild.
Seinastu dystirnir í øllum fýra deildunum vórðu telvaðir undir somu lon í gjár. Kollafjarðar Talvfelag skipaði fyri stórum, væl eydnaðum felagsumfari í Kollafjarðar Skúla. Talvsamband Føroya varpaði leikirnar í øllum dystum í 1 deild út beinleiðis.
Spenningur til síðsta leik
Toppdysturin - moralska FM-finalan millum Havnina og Sandavág - gjørdist ikki tað brakið, sum hon ofta hevur verið. Til tess var liðið hjá vágmonnum í so skert. Rógvi Egilstoft hevur verið burturstaddur seinasta árið, og tað er missur, sum ikki bøtist fyri. At Jón í Horni Nielsen heldur ikki var tøkur í gjár, bar í sær, at fyritreytirnar at geva havnarmonnum ein skarpan gang, vóru nógv versnaðar.
Á 1 borði brustu landsins bestu tveir telvarar saman í einvíggi. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen. Ofta endar javnt teirra millum, men í gjár telvaði Helgi sera væl og vann sannførandi. Her sást hvør var stórmeistari, og hvør var altjóða meistari.
FM-heitið hjá Havnini var longu veruleiki, tá fyrsta talvið í dystinum var liðugt. Martin Poulsen syfti Torkil Nielsen á triðja borði, og so var 27 FM-heitið hjá HT heima. Carl Eli gjørdi Martini kynstrið eftir á fjórða borði, men á øðrum borði mundi Silas Eyðsteinsson hava munin, men føroyameistarin, Luitjen A. Apol, greiddi kortini remis.
So var tað botnstríðið. Hvør fór at lívbjarga sær í deildini? Kollafjørður og Havnin B lógu borð um borð. Kollfirðingar høvdu styrkt seg við Hans Kristiani Simonsen, sum kanska hevði bjargað felagnum í deildini, hevði hann telvað meira heilhugaður í vetur. Kollafirðingar dystaðust við B-liðið hjá klaksvíkingum, og úrslitið var, at tað endaði javnt á øllum borðum.
B-liðið hjá Havnini hevði A-liðið hjá klaksvíkingum ímóti sær. Havnarmonnum eydnaðist óvæntað at stríða seg til ein javnleik, og tað vísti seg at røkka. Í stigum endaðu Havnin B og Kollafjørður jøvn, men Havnin hevði munin í dystarstigum, sum er fínteljingarmáti, ið grundaður er á, at fyri vunnan dyst fær lið tvey dystarstig, og eitt fyri javnan dyst. Innanhýsis dystirnir vóru avgerandi. Annar endaði javnur, men hin fyrra vann Havnin. Kollfirðingar vóru sera nær við at bjarga sær í gjár. Í síðsta talvinum í dystinum var líkt til, at Árant Djurhuus fór at vinna, men sum tann listilærdi telvari, ið mótstøðumaðurin, Finnbjørn Vang er, og altíð hevur verið, eydnaðist honum at neyðhalda um remis við skákendurtøkum í annars taptari støðu. Her bjargaði klaksvíkingurin havnarmonnum!
1 deild - 10 umfar
Sandavágur - Havnin ½ - 3½
IM Høgni Egilstoft Nielsen - GM Helgi Dam Ziska 0 - 1
Silas Eyðsteinsson - Luitjen Akselsson Apol ½ - ½
Torkil Nielsen - Martin Poulsen 0 - 1
Jón Atlason - Carl Eli Samuelsen 0 - 1
Klaksvík - Havnin B. 2 - 2
Ólavur Simonsen - Herluf Hansen 1 - 0
Rani Baldursson - Margar Berg 1 - 0
Heðin Gregersen - Elias Petersen 0 - 1
Terji Petersen - Suni Merkistein 0 - 1
Kollafjørður - Klaksvík B. 2 - 2
Hans Kristian Simonsen - Haldur S. Johansen ½ - ½
Árant Djurhuus - Finnbjørn Vang ½ - ½
Rógvi Mørkøre - Wille Olsen ½ - ½
Karl Marius Dahl - Tummas M. Sólsker ½ - ½
1 deild - endaliga støðan
1. Havnin 32½ stig
2. Sandavágur 27
3. Klaksvík 22
4. Klaksvík B. 14
5. Havnin B. 12
6. Kollafjørður 12
Sigurin hjá Havnar Telvingarfelag gjørdist til endans rættiliga tryggur. 32½ stig er frálík úrtøka, og verður hugt at einstøku úrslitunum sæst, at allir hava avrikað væl.
HT
Helgi Dam Ziska 6/7
Luitjen Akselsson Apol 7/8
Martin Poulsen 4/4
Carl Eli Samuelsen 5/7
Olaf Berg ½/1
Sjúrður Thorsteinsson 3½/5
Hjalti Toftum Jógvanson 2/2
Herluf Hansen 3½/4
Elias Petersen ½/1
Heiðrikur Jacobsen ½/1
Hjá Sandavágs Talvfelag hevur tað sviðið, at Rógvi Egilstoft er burturstaddur. Høgni Egilstoft Nielsen og ikki minst nýggja unga stjørnan, Jón í Horni Nielsen, hava munað væl.
ST
Rógvi Egilstoft 1/2
Høgni Egilstoft Nielsen 8/10
Silas Eyðsteinsson 5/10
Jón í Horni Nielsen 8½/9
Torkil Nielsen 4½/8
Jón Atlason 0/1
FM-sigurin er hin 27-indi hjá Havnar Telvingarfelag, síðan landskappingin byrjaði í síni tíð. Seinastu fimtan árini hevur kortini gingið javnt á millum Havnina og Sandavág. Telja vit tey árini saman, er Sandavágur á odda 8-7. Taka vit seinastu tíggju árini er tað 6-4 til Havnina. Og seinastu fýra árini hevur Havnin vunnið tríggjar ferðir. Tað mishepnaðist á sjálvum hundrað ára jubileumsárinum 2023.
FM-lið 1 deild (1971-2025)
1971 HT
1972 HT
1973 KT
1974 HT
1975 HT
1976 VT
1977 HT
1978 HT
1979 HT
1980 HT
1981 HT
1982 HT
1983 HT
1984 HT
1985 VT
1986 TFS
1987 TT
1988 KTF
1989 HT
1990 HT
1991 KTF
1992 VT
1993 KT
1994 KT
1995 HT
1996 KTF
1997 KTF
1998 KT
1999 KTF
2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF
2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST
2024 HT
2025 HT
FM-sigrar í alt (1971-2025)
HT (Havnar Telvingarfelag) 27
ST (Sandavágs Talvfelag) 8
KTF (Klaksvíkar Talvfelag) 8
VT (Vestmanna Talvfelag) 6
KT (Kollafjarðar Talvfelag) 4
TT (Tofta Talvfelag) 1
TFS (Talvfelagið Streymur) 1
Eisini Sandavágur og Havnin
Feløgini, sum nú í fimtan ár hava togast um FM-heitið í 1 deild, eiga eisini bestu tvey liðini í næstbestu deildini.
At Sandavágs Talvfelag fór at vinna og flyta upp í 1 deild við einum liði aftrat, var longu greitt eftir níggjunda og næstseinasta umfar fyri tveimum vikum síðani.
Og í gjár gjørdist greitt, at blaðunga manningin hjá Havnini B endaði nummar tvey. Unglingamanningin - við tilkomnum special guest star á 1 borði - vann á toftaliðnum, sum fyrr hevur ligið á uppflytingarkós. Sólskinssøgan var, at 72 ára gamli fyrrverandi føroyameistarin, Luitjen Apol, gjørdi comeback eftir fleiri ára steðg, og vann. Í stórum stíli syfti hann Andrias Danielsen, sum nú í fleiri ár hevur sitið á 1 borði hjá Tofta Talvfelag. Enn eru knotur í føroyskum kongum!
Hitt liðið hjá Havnini lívbjargaði sær í deildini við góðum úrsliti í gjár. Endin var tí, at Kongshavn - fyrr Runavík - noyðist aftur í 3 deild at venda.
2 deild - 10 umfar
Sandavágur - Kongshavn 3 - 1
Bernhard Augustinussen - Eyðun Lamhauge ½ - ½
Ingi Wiberg - Brandur Højgaard ½ - ½
Jónfinn Thomsen - Henrik W. Joensen 1 - 0
Johnny Petersen - Zaid Al-Jay 1 - 0
Toftir - Havnin B. 1½ - 2½
Andrias Danielsen - Luitjen Apol 0 - 1
Bogi Ziska - Petur G. Magnussen ½ - ½
Jógvan Ingvard Hansen - Brestir Samuelsen ½ - ½
Jón Magnus Joensen - Eyðun L. Staksberg ½ - ½
Havnin A. - Klaksvík 2½ - 1½
Øssur Joensen - Einar Gregersen ½ - ½
Jóannes Guttesen - Rókur Davidsen 1 - 0
Óli Joensen - Flóvin M. Tummasarson 0 - 1
Poul Poulsen - Rógvi H. Olsen 1 - 0
2 deild - endaliga støðan
1. Sandavágur 25½ stig
2. Havnin B. 21½
3. Klaksvík 21
4. Toftir 20½
5. Havnin A. 15½
6. Kongshavn 14
ST - einstaka úrtøkan
Torkil Nielsen 1/1
Jón Atlason 6½/9
Bernhard Augustinussen 5/8
Ingi Wiberg 3½/6
Jónfinn Thomsen 7/10
Johnny Petersen 1½/2
Hans Kári Hansen 1/2
2 deild (Vinnarar síðstu tíggju árini)
2016 HT
2017 GT
2018 KTF
2019 VT
2020 KTF
2021 VT
2022 KT
2023 ST
2024 KT
2025 ST
Vinnarar 2 deild (1972-1925)
HT 14
ST 11
VT 8
KT 6
KTF 5
TT 4
GT 2
MT 2
TFS 2
Rókur 1
Sundalagsmenn flyta upp
Tað eydnaðist Róki í Sundalagnum at vinna 3 deild og flyta upp í næstbestu deildina. Avbjóðararnir úr Gøtu formáddu sær ov lítið ímóti vestmenningum, og tí var 3-1 sigurin hjá Róki ivaleysa góður til at røkka setninginum.
Manningin hjá Róki í gjár var næstan meinlík FM-manningini hjá Streymi, sum vann bestu deildina í 1986. Bara Hanus Brekká manglaði. Hósvíkingurin Kim Durhuus var á liðnum í gjár saman við teimum trimum hvalvíkingunum.
3 deild - 10 umfar
Kollafjørður - Rókur 1 - 3
Bernhard Thomsen - Finnbjørn Zachariassen 0 - 1
Alvin Joensen - Martin Brekká 0 - 1
Virgar Fagraklett - Kim Durhuus 1 - 0
Signar Kristiansen - Gunnar Joensen 0 - 1
Gøta - Vestmanna 1 - 3
Sigurð Justinussen - Hanus Ingi Hansen 0 - 1
Petur Páll Mikkelsen - Fróði Skúvadal 1 - 0
Símun P. Jacobsen - Jóhan Vørmadal 0 - 1
Hardi Hansen - Reidar Egilsnes 0 - 1
Sandavágur - Havnin 2½ - 1½
Hans Kári Hansen - Birgi Hansen ½ - ½
Hjalti Petersen - Jaspur Gaard ½ - ½
Sonni Nielsen - Kaj Olsen 1 - 0
Hans D. Joensen - Ronny í Lon ½ - ½
3 deild - endaliga støðan
1. Rókur 25½ stig
2. Gøta 23
3. Kollafjørður 21½
4. Vestmanna 21
5. Sandavágur 17
6. Havnin 12
Rókur - einstaka úrtøkan
Finnbjørn Zachariassen 1/1
Martin Brekká 2½/4
Gunnar Joensen 5/8
Sámal Christiansen 2½/5
Kim Durhuus 4/7
Helgi Kristiansen 1½/3
Mortan Mørkøre 4/5
Høgni Solsker 1/1
Benni Poulsen 2/2
Bjarni Jacobsen 2/3
Róland Joensen 0/1
3 deild (Vinnarar síðstu tíggju árini)
2016 HT
2017 HT
2018 TFS
2019 KT
2020 KTF
2021 Rókur
2022 HT
2023 GT
2024 TT
2025 Rókur
Vinnarar 3 deild (1973-2025)
HT 22
TT 5
VT 4
KT 4
GT 4
Rókur 4
ST 2
KTF 2
TFS 2
ET 1
RT 1
HóT 1
Rókur (Skopun) 1
Sannførandi klaksvíksavrik
Í 4 deild var eingin ivi. Liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag var nógv best. Endurstovnaða felagið á Strondum kann eisini fegnast um góð úrslit í vetur. Verri gongst nýggja felagnum í Suðuroy, sum hevur ilt við at manna lið.
Í alt tíggju lið eru í deildini, og tey hava havt ein dyst hvør móti øðrum í vetur. 4 deild er lutfalsliga nýggj; hetta var fjórða árið, at kappast var í deildini.
4 deild - 9 umfar
Strendur A. - Sandavágur B. 2½ - 1½
Dánjal P. Jacobsen - Súni í Horni 1 - 0
Jógvan Juul Olsen - Jamil Emil Jacobsen 0 - 1
Jóhannus Simonsen - Lukas P. Wiberg 1 - 0
Ábraham Dalslíð - Jamil Oskar Jacobsen ½ - ½
Strendur B. - Havnin 2 - 2
Eyðun Danielsen - Andrew Xin 1 - 0
Petur Magnussen - Baldur B. Jørgensen ½ - ½
Adrian Hávardsson - Djóni Jakobsen ½ - ½
Mathias Jacobsen - Sámal Isfeldt Nesá 0 - 1
Suðuroy - Toftir 1½ - 2½
Bjarni Nielsen - Sigurd Joensen 0 - 1
Jóhann Rói Jacobsen - Harry Jacobsen ½ - ½
Ingi Ellingsgaard - Andras Magnussen 1 - 0
Eingin telvari - Mortan Hansen 0 - 1
Klaksvík - Gøta 3-1
Egil Finsson - Benjamin Tvørfoss ½ - ½
Hanus á Lógv - Pætur Andreasen 1 - 0
Bogi á Kósini - Jørgin Evald Solmunde 1 - 0
Leif Anderssen - Rani Hansen 1 - 0
Rókur - Sandavágur A. 1½ - 2½
Mortan Mørkøre - Mortan Ravnsfjall ½ - ½
Dávur Johannesen - Tórur Gudmundsen 1 - 0
Brandur Ellingsgaard - Gutti Petersen 0 - 1
Natasja Mørkøre - Jóhan Nielsen 0 - 1
4 deild - endaliga støðan
1. Klaksvík 27½ stig
2. Strendur A. 23
3. Sandavágur B. 20½
4. Sandavágur A. 19½
5. Rókur 17½
6. Gøta 16
7. Suðuroy 15½
8. Toftir 13½
9. Havnin 13
10. Strendur B. 13
KTF - einstaka úrtøkan
Hanus á Lógv (eldri) 6/9
Bogi á Kósini 7½/9
Leif Anderssen 6/7
Hanus á Lógv (yngri) 6/8
Emmanuel Chendela 1/1
Egil Finnsson 1/2
4 deild (2022 - 2025)
2022 ST
2023 GT
2024 HT
2025 KTF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald