Ítróttur

Talv: Hattrikk til Høgna

24 ára gamli sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen var aftur í flokki fyri seg nú á páskum. 

2022-04-16 18:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Suni Merkistein skrivar:


Triðja árið á rað vann hann føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar. Hetta er fjórða ferðin, at hann er føroyameistari. Sigurin var meira sannførandi enn undanfarnu ferðirnar. Árini frammanundan mátti umdystur til. Í fjør móti Martin Poulsen, og fyrraárið móti Luitjen Akselsson Apol. Í ár hefti ikki fyri.

Høgni er ógvuliga gávaður telvari. Hann er tann yngsti, sum hevur verið føroyameistari. Tá ið hann 16 ára gamal vann fyrsta FM-heitið í 2014, gjørdi hann ikki mætari enn at vinna við fullum stigatali. Tað er eindømi í nýggjari tíð. 

Leggur Høgni í, kann hann fyri vist koma longur fram á leið. Enn hevur hann tó ikki tryggjað sær heitið sum altjóða meistari (IM), tó at lítið restar í. Men hevði hann telvað meira tíðum í kappingum uttanlands, hevði hann langt síðan ognað sær IM-heitið, og kanska verið komin væl ávegis at gerast stórmeistari við. Til sammetingar kann nevnast, at Helgi Dam Ziska tryggjaði sær heitið sum IM-ari longu 16 ára gamal. Og tíggju ár seinni - sum 26 ára gamal - var Helgi stórmeistari.

Og her síggja vit munin á okkara tveimum bestu telvarum. Evnini eru kanska tey somu. Men sum í øllum øðrum er viljin og áræðið mest avgerandi. Helgi Dam Ziska setti sær blaðungur fyri at gerast stórmeistari, og fór heilhugaður undir at útinna tann setningin. 

Høgni Egilstoft Nielsen hevur ongantíð havt slíkar ætlanir. Hjá honum fær fótbólturin fremstu raðfesting. Sum telvari kanst tú ikki annað enn undrast - og harmast - at ungur maður við so eyðsýndum gávum, ikki røkir sítt veruliga talent í størri álvara.


FM 2022 - meistarabólkurin

Rk.
NavnEloLand12345678Stig TB1  TB2 
1FMNielsen Hogni Egilstoft2410FAI*½1111½16,018,503,5
2
Apol Luitjen Akselsson2160FAI½*101½115,015,002,5
3FMSimonsen Hans Kristian2176FAI00*1½1114,510,751,5
4FMEgilstoft Rogvi2369FAI010*½1013,510,251,5
5FMSamuelsen Carl Eli Nolsoe2168FAI00½½*½113,58,001,0
6
Nolsoe Rani2068FAI0½00½*113,06,751,0
7
Olsen Wille2006FAI½00100*½2,06,751,5
8
Nielsen Torkil2136FAI000000½*0,51,000,0


FM-vinnarar síðani aldamótið

2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgård, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgård, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST


FM-kongarnir

Metið fyri flest FM-heiti í einstaklingstelving eigur Palli Henriksen (1902-1980). Tað hoyrir aðrari tíð til, tá ið havnarmenn vóru einsamallir um at kappast um FM.

Høgni nærkast nú í stórum teimum, sum hava vunnið mest í nýggjari tíð. Og ivaleyst er tað bara ein spurningur um tíð, til Høgni er tann, sum er á odda. Serliga nú Helgi Dam Ziska tykist so lítið fúsur at telva í FM-kappingini longur.

Hesir hava vunnið FM í minsta lagi tríggjar ferðir:

Palli Henriksen, HT 9
Helgi Dam Ziska, HT 5
Heini Olsen, KTF 5
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4
Martin Poulsen, HT 4
Jens Chr. Hansen, TT 4
Tórarinn Evensen, HT 4
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3
Torkil Nielsen, ST 3
John Rødgaard, VT 3
Luitjen Apol, HT 3
Olav Andreasen, HT 3


Hinir bólkarnir

1. bólkur
1. Heðin Gregersen, KTF 6
2. Jón í Horni Nielsen, ST 5
3. Herluf Hansen, HT 4½

Vinnarar í 1. bólki seinastu fimm árini
2017 Rógvi Mortensen, HT
2018 Herluf Hansen, HT
2019 Luitjen A. Apol, HT
2020 eingin kapping
2021 Janus Skaale, KTF
2022 Heðin Gregersen, KTF


Almenni bólkurin
1. Brandur Højgaard, Kongshavnar Talvfelag 6
2. Henrik W. Joensen, Kongshavnar Talvfelag 5½
3. Rógvi Mørkøre, KT 5


Seinastu fimm vinnarar í almenna bólkinum
2017 Esbern Christiansen, KTF
2018 Jón Mikkelsen, VT
2019 Heðin Gregersen, KTF
2020 Flóvin M. Tummasarson, KTF
2021 eingin kapping
2022 Brandur Højgaard, RT


Unglingar
1. Jónas Sólsker, KTF 5½
2. Petur G. Magnussen, HT 5½
3. Rógvi H. Olsen, KTF 5

Seinastu fimm unglingameistararnir
2018 Luitjen A. Apol, HT
2019 Benjamin Reinert Fjallheim, HT
2020 Elias Petersen, HT
2021 Brestir Samuelsen, HT
2022 Jónas Sólsker, KTF


Fyrsta FM á Eiði

Tað var talvfelagið Rókur í Sundalagnum við heimstað á Oyri, sum skipaði fyri FM-stevnuni í ár. Telvað varð á Eiði. Tað er fyrsta ferðin, at FM-kappingin hevur verið á Eiði.

FM hevur kortini verið í Sundalagnum fyrr. Í 1979 skipaði Hósvíkar Talvfelag fyri, og tá var telvað í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Har telvaðu teir aftur í 2005. Í 1981 skipaði felagið Streymur fyri kappingini í Hvalvík, og aftur í 1991. 

Talv er kortini ikki nýtt á Eiði. Har var í grundini fyrsta talvfelag í Eysturoynni stovnað í 1956. Eiðismenn vóru í 60-árunum tvær ferðir við í Woodkappingini, sum var eitt slag av landskapping áðrenn Talvsamband Føroya varð stovnað, og Eiðis Talvfelag var í 1970 við til at stovna Talvsamband Føroya. Eiðis Talvfelag telvaði í bestu deildini fyrstu tvey árini, men so tók at dragna, og í seinnu hálvu av 70-árunum riggaðu teir av í felagnum.

Í dag hava telvarar í fleiri bygdum í Sundalagnum tikið seg saman í felagið Rók sum eitt felagslið fyri økið við EB/Streymi sum fyrimynd.


Talvfeløg í Eysturoynni
Eiðis Talvfelag 1956
Gøtu Talvfelag 1964
Kollafjarðar Talvfelag 1967
Stranda Talvfelag 1972
Tofta Talvfelag 1973
Talvfelagið Rókur (Oyri) 1974
Hósvíkar Talvfelag 1975
Talvfelagið Streymur 1979
Runavíkar Talvfelag 1982
Leirvíkar Talvfelag 1991

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder