Politikkur

Talan kann vera um stór virði, sum fara fyri einki

- Um tað veruliga er so, at vit føroyingar kundu fingið væl meiri fisk av landgrunninum upp á land, enn vit seinastu mongu árini hava fingið, ja, so er tað heilt ómetaliga álvarsamt. Talan kann vera um virði, sum kundu skapt arbeiði til nógvar hendur kring landið. Skapt virðismiklan valuta til ein landsbúskap, sum er sperdur. Stór virði, sum fara fyri einki.

2024-09-30 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Er vieðitrýstið tað sama nú sum í 1997?

Ja, siga Dennis Holm og Havstovan. Kanska eri eg ein toskur, men eg má spyrja, sum tey ungu plaga at gera: Seriøst?

Í einum tilmæli frá Fiskidaganevndini um fiskiárið 2014/15 stendur at lesa, at síðani 1996-97 eru dagarnir í Fiskidagaskipanini farnir úr 49.585 niður í 22.154 í 2013/14. Ein minking á 55%.
Í 2023 vóru fiskidagarnir so enntá komnir niðurum 20.000. Ein minking tilsamans á umleið 30.000 fiskidagar síðani 1997. Umleið 60 %.

Sama tilmæli frá 2104/15 sigur eisini, at í ár 2000 vórðu tað útskrivað fiskiloyvir til 150 skip í Fiskidagaskipanini. Í 2014 vórðu útskrivað loyvir til 86 skip. 43% færri.

Fiskiloyvini eru væl færri í dag.

Trolbátarnir vóru nógvir í 1997. Nú eru teir einir 6-7, sum eru í vinnu. Allarhelst ein minking á umleið 75%.
Bestu fiskileiðir til trol hava verið stongdar í 25-30 ár og longri.
56% av søguliga góðu fiskileiðunum hjá troli eru fullkomiliga stongdar.
Verða gýtingarfriðingar tiknar við, so eru 69% av søguligu goðu fiskileiðunum á landgrunninum fullkomiliga ella partvíst stongdar fyri trol. Ja, 69%.

Í 2024 varð enn ein góð fiskileið stongd í bestu fiskitíð. Støðan er satt at siga fullkomiliga kritisk hjá trolbátunum.
Hóast fiskidagatalið er væl meiri enn hálverað. Hóast skipini eru øgiliga nógv færri. Hóast 69 % av veruligu fiskileiðunum hjá troli eru fullkomiliga og partvíst stongdar. Hóast flestu av hesum leiðum hava verið stongdar fyri trol í 25-30 ár og longri. Ja, hóast alt hetta, so siga landsstýrismaðurin og Havstovan í svari til fyrispurning frá undirritaða, at veiðitrýstið var umleið tað sama í 2023, sum tað var í 1997. Í mínum oyrum ljóðar hetta sera løgið. Ja, faktiskt heilt absurd, haldi eg. Í øllum førum ein águgaverdur frymil og alternativt roknistykki.


- Alt er so ótrúliga nógv færri
Stovnsmetingarnar hjá Havstovuni eru fyrst og fremst bygdar á veiðihagtøl – fiskaðan fisk. Havstovan sigur, at hesi tøl eru hornsteinurin í dátutilfarinum, tá metast skal um veiðitrýst – saman við natúrligum fiskideyða og teimum kanningum og yvirlitstrolingum, sum Jákup Sverri, rannsóknarskipið, ger árliga í fastari rutinu.

So vítt eg skilji metoduna, ið Havstovan brúkar, ja, so er nokk ikki so løgið hóast alt, at journalistur hjá KVF tann 26. septembur 2024 kann skriva við feitari yvirskift: ”Óbroytt veiðitrýst á toski og hýsu síðani 1997”. Hetta skrivar journalisturin út frá svari upp á áðurnevndu fyrispurningar frá undirritaða.

Tí í 1997 vórðu millum 30-40.000 tons av toski avreidd, og talið á hýsu var millum 15-20.000 tons, um eg lesi tølini rætt. Skipini vóru so ótrúliga nógv fleiri. Dagarnir vóru so ótrúliga nógv fleiri. Fiskileiðirnar vóru ikki so hermetiskt lukkaðar fyri trol, sum tær síðani hava verið, hóast friðingarnar eisini vóru rættiliga umfatandi tá.

Men veiðitrýstið er tað sama í 2023, sigur Havstovan. Ein, so segði hann, interessant niðurstøða. Í 2023 vórðu 5-6000 tons av toski avreidd, og talið á hýsu var eisini 5-6000 tons. Skipini eru so heilt ótrúliga nógv færri. Dagarnir eru so heit ótrúliga nógv færri. Fiskileiðirnar eru færri. Alt er so ótrúliga nógv færri, um eg so kann siga.


Ber til at goyma fisk í havinum í áratíggju? Og er tað meiningin?
Tað sær veruliga út til, at minni, tú fiskar, minni fiskar tú, og minni sleppur tú at fiska næsta ár. Skipanin sýnist sjálvútslettandi. Veiðihagtølini – fiskaði fiskurin hvørt ár – kunnu næstan bara minka ár fyri ár, tí tað eru færri og færri og færri og færri faktorar, sum kunnu fáa veiðihagtølini at vaksa, og sannlíkindini eru so avgjørt heldur hinvegin.

Eg undrist stórliga og hugsi, at okkurt má gerast við støðuna, sum tykist at vera ein rættiliga ónd ringrás. Søguliga sæð langt aftur í tíðina hava føroyingar árliga fiskað millum 20.000-40.000 tons av toski – viðhvørt minni, og viðhvørt meiri. Hetta sær ikki út til at henda longur, og tað er sjálvsagt ikki løgið, tá skipanin sýnist so sjálvútslettandi, sum hon ger.

Tí er avgjørt legitimt at undrast og spyrja nærri um metodurnar, ið Havstovan nýtir í sínum arbeiði. Og hvørjar intentiónirnar í veruleikanum eru. Verður friðað og stongt, fyri at fiskastovnar skulu koma fyri seg, so skip og bátar aftur sleppa at fiska? Hví verða leiðir ikki opnaðar aftur? Ber til at goyma fisk í havinum í áratíggju? Og er tað meiningin?

Í hvussu er eigur alt hetta at verða kannað nærri, tí sum skilið sær út – við nógv færri fiskidøgum, nógv færri fiskiførum, nógv færri fiskiloyvum, nógv færri fiskileiðum – ja, so er okkurt, sum ikki riggar. Ella riggar tað kanska ordiliga væl? Ikki veit eg.

Journalisturin, sum eg nevndi omanfyri, átti at spurt hesar og nógvar aðrar viðkomandi spurningar, áðrenn hann bara endurgevur landsstýrismannin og Havstovuna í tíðindunum og sigur, at veiðitrýstið er óbroytt. Har átti í hvussu er at verið tilfar til nærri greiningar.

Sigast skal, at politiska skipanin so sanniliga eisini eigur sín lut í øllum friðingunum, serliga tí at man ikki hevur viljað havt trol og húk á somu leiðum. Við tí framkomnu útgerð, sum øll fiskifør hava í dag, so eigur at bera til at opna ávísar leiðir fyri troli, hóast húkur eisini er á somu leið. Tær umstøður, sum m.a. trolbátarnir liva undir, eru fullkomiliga vónleysar. Also, 69% av fiskileiðunum eru stongdar. Søguligar góðar fiskileiðir. Bestu leiðirnar. Hvussu skal meiri fiskur fiskast? Tað ber snøgt sagt ikki til.


- Talan kann vera um stór virði, sum fara fyri einki
Um tað veruliga er so, at vit føroyingar kundu fingið væl meiri fisk av landgrunninum upp á land, enn vit seinastu mongu árini hava fingið, ja, so er tað heilt ómetaliga álvarsamt.

Talan kann vera um stór virði, sum fara fyri einki. Virði, sum kundu skapt arbeiði til nógvar hendur kring landið. Skapt virðismiklan valuta til ein landsbúskap, sum er sperdur. Skapt fortreytir fyri, at m.a. trolbátarnir kundu fingið endurnýggjað vinnutólini.

Vit eru fiskivinnutjóð. Vælferðin hvílir á tí, sum vit fáa úr havinum. Fiskivinnan skal rekast við skili, sjálvsagt. Men tað sær ikki út til, at hon verður tað, sum støðan er. Og eftirhondini ber illa til at skylda upp á dagar, loyvir, leiðir, skip, bátar, trol og sjófólk. Har er í hvussu er ikki nógv meiri at taka av. Seriøst.

Bárður á Lakjuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder