Nú er hæsað av. Stórir skaðar hava verið, men tíbetur hevur ongantíð staðið um lív.
Tað er gott, at fólk taka náttúrumáttin í álvara og halda seg til boð frá tilbúgvingini.
Takk fyri stóra innsatsin
Tá ið ódnin brast á, stóðu bjargingarfeløg, sløkkilið, løgregla, Landsverk, Veðurstova Føroya, KVF, aðrir miðlar, sjálvboðin og nógv onnur klár um alt landið.
Vit eiga eina sterka og góða tilbúgving í Føroyum. Ein stórur innsatsur liggur eftir aftaná dagin í dag. Eg vil inniliga takka øllum, sum hava tikið eitt tak í ódnini.
Somuleiðis vil eg takka øllum, sum hava verið til arbeiðis í dag, hóast hættisligt veður, og veitt tænastu til borgarar, ið ikki kunnu vera hesa fyri uttan.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald