Eftir samferðsluætlanini er ætlanin at gera okkurt munagott við vegastrekki frá Vágatunlinum til flogvøllin. Eftir umrøddu ætlan er 2026 sett sum árið, har byrjað verður.
Fyri at siga tað stutt, so hendir hvørki eitt ella annað, fyrr enn kommunurnar í Vágum eru samadar um, hvørja loysn tær vilja mæla til.
Landsverk vísir á hesar møguleikarnar:
Vatnsoyrartunnil 6 km.
Sandavágstunnil 3 km.
Sandavágs- Mivágstunnil 4 km.
Umkoyringarvegur Sandavágur/Miðvágur 5,5 km.
Ì øllum hesum fýra møguleikunum er óneyðugt at koyra ígjøgnum bygt øki.Heldur ikki verður skúlaleiðin hjá næmingum úr Sandavági og Miðvági órógvað.
Kostnaðurin fyri ymisku farleiðirnar eru sambært Landsverki hesar:
Vatnsoyrartunnilin er 6 km., og kostnaðurin er mettur til 480 mió.kr.
Sandavágstunnilin verður 3 km., og kostnaðurin er mettur til 240 mió.kr.
Umkoyringarvegur millum Sandavág og til Grótshústanga í Miðvági er 5,5 km., og kostnaðurin er mettur til 110 mió.kr.
Vit eiga at læra av, hvussu fram varð farið, tá Vágatunnilin gjørdist veruleiki.Politisku valfeløgini og Felagskommunan í Vágum tóku hendur saman og drógu eina línu , Sámal Petur í Grund, táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, eigur størsta æruna av, at ætlanin bar á mál. Semja var um ein leist, har eitt tunnilsgjald saman við landskassastudningi skuldu fíggja verkætlanina. Full semja var ikki um tunnilsgjaldið, men meiriluti var fyri tí, og eg eri sannførdur um, at samdust vit ikki um tunnilsgjaldið, so var eingin Vágatunnil komin.
Tíðin hjá okkum her vesturi gongur undan. Tríggjar størri verkætlanir eru á skrá, farleiðin frá Gøtudali og Vestmannatunnilin umframt okkara farleið frá Vágatunlinum til flogvøllin. Politikarar í Vágum mugu taka seg saman og fara til verka.
Undirritað heitti alment fyri meira enn ári síðani á síðani á sitanandi borgarstjórarnar í Vágum um at taka máli upp. Um teir hava gjørt nakað við tað ella einki, veit eg ikki, men frá teimum er einki komið, í hvussu er ikki alment.
Tíðin er við at ganga undan. Fari til verka politikarar í oynni, heldur í dag enn í morgin. Annars standa vit um skammastund, sum ryssa uppi yvir deyðum fyli.
Sune Jacobsen
Sørvágur
Sí eisini:
Her eru 405 milliónir at spara Ruth
Ruth Vang hevur svarað fyrispurningi frá Jóhannis Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald