Arbeiði gevur virðing, sjálvsálit og er partur av okkara samleika. Tað er týdningarmikið, at vit sum samfelag ikki bara síggja fólk við skerdum førleikum sum móttakarar av hjálp, men sum menniskju við førleikum og virði.
Tí eiga vit at flyta fokus frá at halda fólki í almannaskipanini, til í nógv størri mun at hjálpa teimum út á arbeiðsmarknaðin. Tað krevur politiskan vilja og greiðar loysnir.
Eg vil arbeiða fyri hesum átøkum:
• At tað verður lættari hjá borgarum við skerdum førleikum at verða knýttir at arbeiðsmarknaðinum í samstarvi við ALS, heldur enn at enda sum varandi móttakarar av almanaveiting.
• At arbeiðsgevarar fáa betri møguleikar og stuðul at seta fólk við skerdum førleikum í starv.
• At fleiri parttíðarstørv og fleksiblar arbeiðsskipanir verða mentar, her eiga tey almennu arbeiðsplássini at ganga fremst, so arbeiðið kann lagast til førleikarnar hjá tí einstaka.
• At myndugleikarnir arbeiða meira saman, so vegurin frá almannastuðli til arbeiðsmarknað verður einfaldari og skjótari.
Føroyska samfelagið hevur stóran tørv á arbeiðsmegi. Samstundis hava fólk við skerdum førleikum ynski um at vera ein enn virknaði partur av arbeiðsmarknaðinum. Tí er tað bæði skilagott og rætt, at vit gera tað lættari hjá teimum at koma út á arbeiðsmarknaðin.
Sum valevni fyri Miðflokkin vil eg arbeiða fyri einum samfelagi, har øll menniskju verða møtt við virðing, og har fleiri fáa møguleika at brúka sínar førleikar – eisini á arbeiðsmarknaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald