Samstundis skal tað verða dýrari hjá útlendingum at keypa tænastur í Føroyum. Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum leggur uppskot fram um hetta í komandi viku.
Talan er um broytingar í mvg-lógini, har mælt verður til, at undantøkini verða endurskoðað.
Í dag eru yvir 30 undantøk í mvg-lógini. Eitt nú er mvg-frítøka á allari gisting á hotell- og gistingarhúsum, á leigubilum og á kampingplássum. Sjálvandi gera føroyingar brúk av hesum tænastum, men í størstan mun eru tað útlendingar, ið brúka hesar tænastur.
Eitt av endamálunum við ferðavinnuni er, at ferðafólkini leggja pening eftir seg her í Føroyum. Eisini til landskassan. Tað gera tey ikki, tá vit aftur og aftur geva mvg-frítøku til vørur og tænastur, sum útlendsk ferðafólk keypa, tá tey eru her og vitja okkum.
Javnaðarflokkurin heldur, at nøkur av undantøkunum kunnu heilt ella partvíst avtakast, og at vit ístaðin kunnu lækka ella avtaka mvg á nøkrum av gerandisvørunum, sum øll húsarhald hava tørv á.
- Her verður hugsað um t.d. breyð, mjólk, frukt og grønmeti. Hetta hevði gagnað øllum húsarhaldum, og ikki minst hevði hetta komið væl við hjá barnafamiljunum, tí kostnaðarstøðið er høgt. Undantøk í mvg-lógini eiga í nógv størri mun at koma føroysku húsarhaldunum til góðar heldur enn útlendskum ferðafólkum, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.
Samlaðu broytingarnar eiga at verða nøkulunda fíggjarliga neutralar fyri landskassan.
Politikkur
Tað skal verða bíligari hjá føroyingum at keypa gerandisvørur
Samstundis skal tað verða dýrari hjá útlendingum at keypa tænastur í Føroyum. Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum leggur uppskot fram um hetta í komandi viku.
2022-02-21 11:34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald